Ein ótrúlig trúarferð saman við Sat-7 Türk
Sat-7 Türk er tann rásin hjá kristiligu sjónvarpsstøðini, Sat-7, sum sendir á turkiskum máli. Eitt av hjálparfólkunum á Sat-7-Türk, Kaya, sigur frá, hvussu hann á ungum árum mentist í trúnni á Gud, hóast ógvusliga mótstøðu frá familjuni.
Kaya arbeiðir í einum toymi fyri Sat7-Türk, har hann tosar við hyggjararnar um trúgv og biður fyri teimum. Hóast sín unga aldur er hann vísur og hevur gott innlit í skriftina, sum ger hann sera týdningarmiklan fyri toymið. Tá ein hoyrir um hansara trúarferð, skilir ein hansara ágrýtni fyri sínum arbeiði.
Leitanin byrjar
“Eg komi ikki frá einari kristnari familju, men eg fann Gud, tá eg var 12 ára gamal.
Í mínum uppvøkstri hevði eg nógv religiøs menniskju rundan um meg. Eg hevði stóran áhuga í øllum, sum hevði við trúgv at gera, og granskaði nógv á alnetinum, men eg hevði tann fordómin, at kristindómurin var av tí ónda.”
Ein lívsbroytan
“Ein dagin bað pápi meg koma ein túr við sær og tók meg við inn í eina kirkju. Hann ætlaði bara at fara inn ein túr, men eg trúgvi, at Gud brúkti pápa, uttan at hann fataði tað sjálvur.
So skjótt sum eg kom inn í kirkjuna, kendi eg á mær, at eg var komin inn í annan heim, har ein sannur friður fylti meg. Nú eg hyggi aftur á hesa hending, skilji eg, at hetta var Heilaga Andans gerningur.”
Kaya steðgar á, vitnisburður hansara vekir sterkar kenslur í honum. Hann umber seg og heldur áfram.
“Í eitt ár helt eg fram við at søkja og at hugsa um Gud. Eg var í villareiði, men eg bað til Guds um at leiða meg til sannleikan.
Jólaaftan las eg í Bíbliuni, og knappliga kendi eg, at Jesus Kristus stóð framman fyri mær. Hesa løtuna skilti eg ikki, hvat hendi. Eg legði meg niður á knø og segði: “Jesus Kristus, eg trúgvi á teg.”
Eg var 12 ára gamal, men eg visti, at eg hevði funnið málið við lívinum.”
Lítil stríðsmaður – stór trúgv
“At siga hetta fyri familjuni og merkja avleiðingarnar, var ringasta tíðin í mínum lívi. Eg var ein lítil stríðsmaður, tá eg var 12 ára gamal, og tað, sum eg las í Bíbliuni, tók eg bókstaviligt. Eg brúkti tað, júst sum eg las tað. Ørindið, sum eg las tá, stendur hjá Matteusi 10,37: “Tann, ið elskar faðir og móður meir enn meg, er mær ikki verdur.” Tá eg las hesi orðini, góðtók eg tey beinan vegin.
Eg setti meg niður, bað og spurdi Gud, um hann vildi hava, at eg siga foreldrum mínum, at eg var vorðin ein kristin. Eg gav Gudi eina treyt: ”Um tú vilt, at eg skal siga foreldrunum, at eg eri ein kristin, so skulu tey koma til mín og spyrja meg um tað.”
Fimm minuttir seinni kom mamma inn í kamarið, sá krossin, sum hekk um hálsin á mær, og spurdi: ”Hvat er hetta? Ert tú blivin kristin?” Eg svaraði: ”Ja, tað eri eg.”
Torfør ár
Mamma byrjaði at gráta, hon kundi ikki góðtaka hetta. Eg kendi meg sum ein drápsmann. Í langa tíð stríddist eg við foreldrini, tá tey royndu at sannføra meg um sína trúgv. Tey royndu at fáa meg við til øll tey stóru religiøsu húsini og religiøsu elstarnar, men eg noktaði at fara við.
Í tvey ár slapp eg bara út úr húsinum til skúlan, tí tey vildu ikki, at eg skuldi fara í nakra kirkju.
Ein dagin sá eg møguleikan til at fara inn í eina kirkju, fyri at finna eina bíbliu og tvær aðrar bøkur, sum eg kundi taka heim við mær. Ein maður sat í kirkjuni, og tá hann sá mín áhuga fyri bókum, bjóðaði hann mær fleiri aðrar, sum eg tók ímóti við gleði.
Bøkurnar mátti eg lesa loyniliga og goyma tær fyri foreldrunum, um tey komu inn í kamarið. Tey vildu framvegis ikki lova mær úr húsinum, og pápi mín brúkti harðskap, tí hann trúði, at hann kundi fáa meg at konvertera við at sláa meg.”
Ein torfør vápnahvíld
“So við og við sum tíðin gekk og onki hendi, lætst familjan, sum hon gloymdi hetta. Við at svíkja seg sjálvan, livdu tey øll víðari, sum um eg ongantíð var blivin kristin. Tað gera tey framvegis, men innast inni vita tey, at eg eri ein kristin.
Soleiðis er støðan framvegis í dag. Tá eg havi spart nokk av peningi og eri klárur, flyti eg heimanífrá, og áðrenn eg fari, vil eg siga teimum um bíbliuna.”
Kelda: Sat-7
Sunnudagin 28. apríl verður stórur felagssunnudagsskúli í Leguhúsinum í Nesvík, har Rita Elmounayer, nýggi stjórin fyri alt Sat-7, og Kurt Johansen, aðalskrivari í Evropa og Asia vitja, og nógv annað spennandi verður á skránni.