Hóast avbyrging: Av Guðs náði elska vit Jesus
Hóast víðgongda avbyrging, sigur ein afgansk mamma frá vónini sum hon eigur í Jesusi Kristi.
Afia, ein kristin mamma í Afganistan, hevur sett seg í samband við Sat-7 Pars, sum sendir vónríkan kristnan gleðiboðskap. Síðan Taliban aftur fekk ræðið í Afganistan, fyri hálvum ári síðani, er hon, sum kristin kvinna, avbyrgd, sum um hon er sjúk. Men hóast hetta kennir hon seg fevndan av Jesusi. Bið fyri Afiu og børnum hennara, tá tú lesur hennara frásøgn.
Systir mín Ahu og eg eru trúgvandi. Av Guðs náði elska vit Jesus Kristus og tað er við honum, vit liva. Her eru ikki so nógv rundan um okkum, men sjálvt um vit búgva her og eru einsamallar, so liva vit í trúnni á, at okkara harri Jesus Kristus, ein dag fer at lata ljósið lýsa yvir okkum.
Av tilvild hugdi eg ein dagin eftir skránni hjá tykkum saman við børnunum. Ahu og eg elska at hyggja eftir sendingum tykkara, og meðan vit hyggja ynskja vit okkum at kunna vera saman við øðrum trúgvandi, at fara í kirkju og frítt og uttan ampa at kunna læra okkara børn at biðja. Tað er okkara ynski.
Vit eiga trý børn hvør, og enn eru tey smá. Bið um, at Harrin Jesus vil hjálpa børnum okkara, soleiðis, at tey ein dag kunnu samlast við øðrum trúgvandi fyri at tilbiðja hann, sum vit ikki kunnu gera í dag. Vit eru ógvuliga glaðar fyri at vita, at tú biðjur fyri børnum okkara.
Pápi og mamma vóru trúgvandi men tíverri doyði mamma longu tá eg var ung. Orsaka av yvirtøkuni hjá Taliban, flýddi pápi okkara til Pakistan. Har gifti hann seg við aðrari kvinnu, sum einki vildi hava við okkum at gera og ikki loyvdi okkum at flyta við honum til Pakistan. Tí eru vit einsamallar her í Afganistan.
Vinaliga, lati ikki rødd mína hoyrast í sjónvarpinum. Her er ikki loyvt at siga fólkinum frá okkara trúgv ella at eggja teimum til at fylgja einasta sanna vegnum. Men Guð okkara er stórur, og eg trúgvi, at hann ein dag fer at hjálpa okkum undan hesum harðrenda Taliban stýrinum.
Vit eru avbyrgd, og tað einasta vit kunnu gera, er at líta okkum til hansara og biðja um hjálp. «Biðið fyri børnum okkara «
Kelda: Sat-7, leystliga umsett
Av trygdarávum eru nøvn broytt og myndin tilvildarlig.