Maria volontørur hjá SIMBA og EINDINI restina av árinum

Mánadagin byrjar Maria Petersen úr Fuglafirði sum volontørur hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Hon skal hjálpa samskiparanum Erlu Mortensen við mongu uppgávunum í barna- og familjuarbeiðnum. Hetta kemur ikki minst væl við, nú fyrireikingarnar til summarlegurnar eru í hæddini. Ætlanin er, at Maria skal vera volontørur restina av hesum árinum.

Maria hevur seinasta hálvtannað árið verið volontørur í Kosovo, útsend av OM Føroyum. Meiningin var, at hon skuldi vera í Kosovo í tvey ár tilsamans, men av heilsuávum mátti hon koma heim aftur fyri kortum. Tí hava Heimamissiónin, OM og Maria avtalað, at hon verður volontørur hjá Heimamissiónini restina av ætlaða tíðarskeiðnum. Erla Mortensen, samskipari, og Andrias Magnussen, aðalskrivari, eru fegin um, at hetta lat seg gera, og vegna OM sigur Jóhan Petur Johannesen, fráfarandi leiðari, at tey eru glað fyri, at Maria kann halda fram í eini aðrari tænastu, sum hon sjálv er spent uppá.

Maria er 23 ára gomul. Hon er virkin í ungdómsarbeiðnum í Thabor í Fuglafirði og Heimamissiónsungdómi, og hon hevur eisini verið við til at skipa fyri nógvum legum og kennir arbeiðið sera væl.

LES EISINI  Nýtt kreativt tilfar til børnini á páskum

Ein volontørur er ein sjálvboðin, sum eitt ávíst tíðarskeið bjóðar seg fram til eina tænastu uttan stórvegis løn. Ein fær eina lítla samsýning og endurgjald fyri ferðaútreiðslur og tílíkt. Fleiri av teimum, ið hava stuðlað Mariu í tænastu hennara í Kosovo, hava játtað at halda fram at stuðla henni í nýggju tænastuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina