Kirkjan við Norðskála endurvígd 28. oktober

Nú er arbeiðið at umvæla kirkjuna við Norðskála um at verða liðugt, og kirkjan verður endurvígd sunnudagin 28. oktober av Jógvani Fríðriksson, biskupi.

Í februar í ár varð farið undir eina stóra og umfatandi umvæling av kirkjuni við Norðskála.

– Arbeiðið, sum byggifelagið KBH ger, hevur gingið væl, og kirkjan verður endurvígd sunnudagin 28. oktober klokkan 11.00 av Jógvani Fríðriksson, biskupi, sigur Lena Dam, kirkjuráðsforkvinna.

Sum ein nýggj kirkja
Talan er um eina stóra umvæling. Allir veggirnir og loftið eru bjálvað. Nýtt gólv er lagt á alla kirkjuna. Uppi á loftinum, har sunnudagsskúlin verður hildin, er nú gjørd ein rýmingarleið.


Kórsgáttin er tikin burtur, so kirkjan verður meira vinalig fyri fólk við rørslutarni. Nýggjur altarringur og nýggjur prædikustólur eru gjørdir, og stólarnir eru umvældir og polstraðir.
– Ja, tað eru so nógvar og umfatandi umvælingar gjørdar, at vit kunnu næstan siga, at tað er ein nýggj kirkja, vit fara til gudstænastu í tann 28. oktober, sigur Lena.

LES EISINI  Sunda kirkja – eitt nýtt ungdómstilboð

Endurvígsla og messa
Hátíðarhaldið byrjar klokkan 11.00. Umframt Jógvan Fríðriksson, biskup, og báðar prestarnar í prestagjaldinum, Emil Olsen og Øssur Kjølbro, verða allir prestarnir í Eysturoynni og Bergtórur H. Bjarkhamar, prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, tilstaðar.
Klokkan 18.00 verður messa í kirkjuni.
Meðan kirkjan hevur verið undir umvæling, hava gudstænastur og sunnudagsskúli verið hildin í gamla skúlanum á Oyri.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina