Kirkjulig yvirlýsing um hjúnalag elvir til stórt kjak í Hollandi
250 kristnir leiðarar í Hollandi hava skrivað undir sonevndu ’Nashville-yvirlýsingina’, sum staðfestir, at hjúnalag er ein lívslangur, bindandi sáttmáli millum ein mann og eina kvinnu. Nú vilja LGBT-bólkar kanna, um yvirlýsingin stríðir ímóti lógini.
Nashville-yvirlýsingin varð løgd fram í august í 2017, og nú hava meira enn 22.000 kristnir leiðarar í USA skrivað undir hana, skrivar The Christian Post. Yvirlýsingin er nýliga eisini týdd til hollendskt, og hollendskir kirkjuleiðarar og politikarar, teirra milum leiðarin fyri calvinistiska flokkin SGP, skrivaðu undir hana 5. januar.
Sambært dagblaðnum Trouw eru teir, sum hava skrivað undir, allir menn frá reformertum og protestantiskum kirkjum. Teir kendastu eru leiðarin í SGP, tinglimurin Kees van der Staaij, og senatorurin hjá SGP Diederik van Dijk.
Eftir kærur frá LGBT-aktivistum skal almenni ákærin nú kanna, um yvirlýsingin stríðir ímóti hollendskari lóg. Samstundis varð Kees van der Staaij ákærdur fyri at “fremja mismun móti (LGBT-)fólki.”
Nashville-yvirlýsingin er eisini týdd til norskt og danskt.
Kelda: Udfordringen