Kirkjuliga Missiónsfelagið fær vitjan úr Danmark á ársmøtinum um vikuskiftið

Í døgunum 27.-29. september verður Ársmøtið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Høvuðstalari hesaferð er Søren Skovgaard Sørensen, aðalskrivari í Luthersk Mission í Danmark, og boðanin verður út frá Kolossubrævinum.

Søren Skovgaard Sørensen av Bornholm hevur verið aðalskrivari hjá Luthersk Mission seinastu trý árini. Árini 2004-2008 var hann trúboðari í Etiopia, og seinni var hann sóknarprestur í Græsted í Norðursjællandi í seks ár. Á ársmøtinum hevur hann tvey møti og tveir bíbliutímar um Kolossubrævið í Nýggja testamenti.

Skráin fyri Ársmøtið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum er henda:

Fríggjadagur 27. september:

Kl. 20.00 | Møti við Søren Skovgaard Sørensen. Evni: Kolossubrævið. Drekka eftir møtið.

Leygardagur 28. september:

Kl. 10.00 | Morgunmatur

Kl. 10.30 | Bíbliutími við Søren Skovgaard Sørensen. Evni: Kolossubrævið.

Kl. 12.00 | Døgurði

Kl. 16.00 | Bíbliutími við Søren Skovgaard Sørensen. Evni: Kolossubrævið.

Kl. 18.00 | Nátturði

Kl. 20.00 | Møti við Søren Skovgaard Sørensen. Evni: Kolossubrævið. Drekka eftir møtið.

Sunnudagur 29. september:

Kl. 18.00 | Møti við heimligum kreftum. Nátturði eftir møtið.

Mynd: Sandportal.fo

LES EISINI  Kristi himmalsferðardag gongur talvan til frama fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina