Kirkjuráðslimir aðalfund
Leygardagin 5. mars klokkan 10.00 hevur Felagið fyri kirkjuráðslimir aðalfund í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Fyrrapartin er formansfrágreiðing, framløga av grannskoðaðum roknskapi, og eisini fer ein sangbólkur at syngja.
Aftaná døgurðan fær umboð fyri Mentamálaráðið orðið, og seinast á skránni er pallborðsorðaskifti.
Í sambandi við aðalfundin hevur Felagið fyri kirkjuráðslimir fingið vitjan av Hans Gammeltoft-Hansen, serfrøðingi í kirkjurætti. Fríggjakvøldið 4. mars verður almennur fyrilestur í Løkshøll í Runavík við Hans Gammeltoft-Hansen, har hann fer at røða um viðurskiftini millum stat og kirkju.