Klædnagávan í Meiniheitshúsinum

Meiniheitshúsið í Havn er byrjað uppá eitt nýtt átak í kallast “Klædnagávan”.

Endamálið við Klædnagávuni er at geva klæðir til barnafamiljur í hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman.

“Vit síggja ein tørv úti í samfelagnum, har fólk hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman. Á ymiskum síðum á facebook skriva fólk ofta anonymt, at tey mangla pening til rokningar, klæðir og enntá mat. Summi skriva eisini at tey ynskja at geva teimum sum mangla. Í 2. Kor. 9:7 lesa vit at:” Guð elskar glaðan gevara”. Og vit vera signaði av Guði, soleiðis at vit kunnu vera til signing fyri onnur…. so vit hugsaðu, at tað kundi verið eitt hugskot at fara í gongd við at lata ókeypis klæðir til familjur, har tað er trupult at fáa endarnar at røkka saman. Serliga børn vaksa skjótt út úr klæðunum, og tey eru ofta óbrúkt eisini” sigur Marjum N. Petersen, ið er ein av stigtakarunum til Klædnagávuna.

Hon sigur eisini at Róhild Winther og Jógvan Garðsá hava gjørt eitt megnar arbeiði at hjálpa til við uppseting av Klædnagávuni.

Klædnagávan koyrir á tann hátt, at um fólk hava onkur klæðir, sum tey vilja av við, kunnu heldur geva tey til Klædnagávuna.

Sum nú er, hevur Klædnagávan opið mánadagar frá 15:30-17:00, har tú bæði kanst koma við klæðum og koma eftir teimum. Og tá spurt varð um tað vóru ætlanir at gera nakað meira, svarar Marjun, at tað mátti tíðin vísa, men at tey fyrst og fremst løgdu alt í Guðs hendur um vegleiðing í arbeiðinum. Men samstundis at hon var sera takksom fyri, at tað vóru so nógv í høvdu bjóða seg at hjálpa við arbeiðinum.  

So um tú hevur tørv á klæðum, ella um tú hevur klæðir, ið tú ynskir at geva til onnur, ber til at fara oman í Klædnagávuna.

Meira upplýsingar eru at finna á facebook síðu teirra í eitur Klædnagávan í Meiniheitshúsinum.