Klokkan slær……

Beinta Persdóttir Joensen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

At hjálpa, tæna og at rúma hvønn annan- tað ljóðar lætt og rætt.

Tankarnir koyra runt og eg siti og filosoferi yvir, hvussu nógvar ymiskar lagnurnar eru, og eg síggi, at eg skal ikki flyta meg langt fyri uppliva sorg, strongd og kreppu hjá okkum øllum. Vit hava øll nógvar byrðar at bera, men hvussu rúma vit hvønn annan og hvat gera vit fyri at hjálpa, rúma og tæna øðrum, tá ið vit eru vitandi um, at kreppan hevur sníkt seg inn?

Lívið hevur nógvar skuggasíður og ymiskt er, hvat vit hava fingið at bera á okkara lívsleið. Omma mín segði altíð “I verden gives der sorger nok, så langsomt de vandrer forbi; en enkelt fik få en anden en flok, men ingen blev ganske fri” Somuleiðis siteraði hon. “Elsk din næste du kristen sjæl, træd ham ikke over med jernskoet hæl, ligger han end i støvet- alt som lever er underlagt- kærlighedens genskaberpagt bliver den bare prøvet.”

Víðari fara tankarnir til samfelagsrákið, ið fyri ein stóran mun ávirkar okkum til at hugsa um “først mig selv- og så mig selv, siden min næste hvis det er til mit bedste”. Vit hava nokk í okkum sjálvum og vit hava so nógv, at vit kanska eisini hokna undir bara við okkara egna-

Berið hvør annars byrðar, og uppfyllið soleiðis lóg Kristusar!

Gal. 6:2

Diakoni er umsorgan fyri øðrum menniskjum.
Vit eru skapt til at hjálpast at. Men tíðarandin er við at gera hendan sannleikan til einkis.
 
Vit hava júst verið á Sandoynni nakrar dagar, og har upplivdu vit hetta, at borgarar har vóru áhugaðir í okkum og steðgaðu á fyri práta. – Hetta var sera áhugavert at uppliva- og eisini at eftirmeta mín egna dagligdag, ið er nærmast koyrdur í eitt skema, hvar man skal eitt hvørt frá morgni til myrkurs. Hví er hetta so? Hvat var tað sum gjørdi, at vit bara øll eru farin uppá hendan vognin, ikki at hava tíð til hvønn annan- ?

Ber tað til at bakka aftur?

Sandoyingar gleða seg til tunnilin verður liðugur og eg skilji tey sera væl- men alt broytist tann dagin- tí brádliga fær tíðin eitt annað pláss, tá vit altíð kunna fara avstað- frælsi at verða leysur av tíðini fer yvir í at gerast til at vit blíva bundin at frælsinum-. Frælsið er ikki eitt frælsi um man ikki nýtir tað rætt.
iHugsi her um trælirnir, ið Abraham Lincoln leyskeypti- tað vóru nógvar trælir, ið ikki tóku av frælsinum og tískil ikki gjørdust fræls, tí tey vistu ikki hvussu tey klára seg úti í samfelagnum. Tey blivu verandi í trældómimum, tí tað var trygt og har vistu tey, hvat tey høvdu. Kanska eitt dømi, ið ikki er nútímanshóskandi- men overdrivelse fremmer forståelse- Vit kundu sagt at eitt nú fólkini á Sandoynni ikki fóru av oynni eftir tey høvdu fingið tunnilin? Tað hevði verið løgi, men soleiðis var lívið hjá fleiri av trælunum í Amerika- tey ræddust frælsi at gera tað tey høvdu droymt um í fleiri ættarlið.
Hvussu og hvat gera vit við tað frælsið, vit hava fingið? Klokkan tíðin hevur fingið valdið á okkum, og vit eru blivin trælir av klokkuni – vit hava ikki tíð?

Vit eru trælir av tíðini og klokkan stýrir okkum øllum, vit hava vant okkum við, at tað er ílagi at vit hava nokk í okkum sjálvum og okkara børnum og familju- so vit orka og megna mangan ikki at hjálpa okkara næsta? So vit missa gleðina og nøgdsemi ið liggur goymt í tí at hjálpa øðrum menniskjum. Hetta er ein av lyklunum til nøgdsemi- tad at hjálpa, har hjálp er neyðug.

Sorg, strongd og kreppa er ein náttúrligur partur av lívinum hjá okkum øllum- sum omma sitaraði- en enkelt fik få en anden en flok, men ingen blev ganske fri!

Hvat eiga vit at gera- jú loysnin liggur í “ Kærligheden skaber pagt, bliver den bare prøvet;

Skyldið ongum nakað – uttan tað at elska hvør annan! Tí tann, ið elskar næsta sín, hevur uppfylt lógina.

Róm. 13:8

So komi eg aftur til har eg byrjaði- tað ljóðar og virkar so lætt og rætt at elska, rúma og tæna hvørjum øðrum.

Hetta er ein av lyklunum til eitt lív, har nøgdsemi fær eitt størri pláss í okkara dagligdegi- og hvat ger nøgdsemi so við okkum?
Nútímans ástøði vil vera við, at um tú skalt gerast eydnusamur, so skalt tú brúka tíð uppá teg sjálvan, eta rætt, íðka, vælveru av øllum slag fyri MEG sjálva, eg havi roynt at googla hetta og flest allar heimasíður vm. vilja vísa mær á hendan sannleikan. Først mig selv, siden mig selv, og så min næste, hvis det er for mit bedste- tað følist sum, at tað er tað, eg lesi, tá ið eg skal søkja mær hjálp á alnótini til at verða eydnusom. Fari eg so víðari og søki mær hjálp útfrá orðinum so eru lyftini í:

Luk. 10:27:
Hann svaraði: “”Tú skalt elska Harran Gud tín av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av allari styrki tíni og av øllum huga tínum, og næsta tín sum teg sjálvan.””

Hvussu ber tað til vit eru komin so langt av leið?

Klokkan slær tíðin fer;
ævin endaleys fyri er,
læt um oss tí nýta hvørja stund
Harranum tæna av hjartans grund,
so finna vegin vit heim?


Skrivað: Beinta Persdóttur Joensen