Kom við á Ungdómsleguna 2025
Tey, sum ganga í 8. til 10. flokki, kunnu longu nú seta kross í kalendaran: Ungdómslegan 2025 verður í Nesvík frá 21. til 25. juli 2025 – Ein lega man má uppliva!
Á skránni verður góður boðskapur, lovsangur, matur, undirhald, felagsskapur og NÓGV annað og ikki minst ein møguleiki at hava tað stuttligt, bæði við vinum og nýggjum vinum, sum man vónandi lærir at kenna á leguni. Umstøðurnar í leguhúsinum í Nesvík eru sera góðar við hoppipútu, vølli at sparka á, einum hyli, har man kann rógva og spæla. Inni er borðtennis, foosball borð og onnur spøl. So man keðir seg ikki.
Eyðbjørn Jacobsen kemur at hava alla undirvísingina á leguni, og tað eru vit mega spent uppá. Tað týdningarmesta er, at tú, saman við tínum vinum og øðrum ungum, fært møguleikan at læra meira um okkara trúgv á Jesus.
Set eitt x í kalendaran og kom við á leguna og bjóða vinunum við! 😊
Kostnaður og tilmelding
- Kostnaður 895 kr.
- Tilmelding á mission.fo/tilmelding.
- Tilmeldingin letur upp 7. apríl 2025 kl. 18.
- Tilmeldingarfreistin er 13. juli 2025.
Fyrr kom avgreiðslugjald og kortgjald afturat, men tað er nú lagt í prísin.
Systkinaavsláttur:
Eru tvey systkin á legu í summar, fáa tey 45 krónur í avsláttri hvør, og eru trý ella fleiri systkin á legu, fáa tey 85 krónur í avsláttri hvør. Hetta er eisini galdandi um syskini fara á eina Simbalegu í summar.
Fyri at fáa systkinaavsláttur er týdningarmikið at velja rætt við tilmelding.
Dømi:
Hevur tú 3 børn, sum skulu á 3 ymiskar legur, skalt tú á hvørjari legu sær velja 1 í nøgd á “Ungdómslega ella Summarlega v/systkinaavsláttri – 2 ella fleiri systkin”.
Hevur tú 2 børn, sum skulu á somu legu, skalt tú velja 2 í nøgd í somu tilmelding.
Avboð:
Um avboð verður givið, verður legugjaldið afturflutt soleiðis:
- Um sagt verður frá seinast 7 dagar áðrenn legan byrjar, verður alt luttakaragjaldið afturgoldið.
- Um sagt verður frá 2-6 dagar áðrenn legan byrjar, verður 75% av luttakaragjaldinum afturgoldið.
- Um sagt verður frá dagin fyri ella sama dag, sum legan byrjar, verður einki afturgoldið.
Eisini verða simbalegur og familjulega í summar. Les meira um tað á mission.fo.
Eru spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Kartin, ungdómsráðgevi í Heimamissiónini, á kartin@mission.fo