Koma Heilaga Andans

“Líkasum eitt likam uttan andadrátt er eitt lík, soleiðis er kirkjan eisini deyð uttan Heilagan Anda” (John Stott).​

“Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum. Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara. Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva. Tann dagin skulu tit ásanna, at eg eri í faðir mínum, og tit í mær, og eg í tykkum. Tann, sum hevur boð míni og heldur tey, hann er tann, sum elskar meg; men tann, sum elskar meg, skal verða elskaður av faðir mínum, og eg skal elska hann og opinbera meg fyri honum” (Jóh 14,15-21).

Inngangur

Í Ápostólsku trúarjáttanini siga vit, at vit trúgva á Heilagan Anda. Men hvat merkir hetta, at vit trúgva á Heilagan Anda? Í Lítlu Katekismus undirstrikar Luther, hvat hetta merkir og sigur: “Eg trúgvi, at eg ikki av egnum viti ella mátti kann trúgva á Jesus Krist, harra mín, ella koma til hansara; men tað er hin heilagi andin, sum hevur kallað meg við evangeliinum, hevur lýst mær við gávum sínum, hevur halgað meg og hildið mær uppi í teirri røttu trúnni, líkasum hann kallar, savnar, upplýsir, halgar alt hitt kristna kirkjuliðið í heiminum og heldur tí uppi í Jesusi Kristi við teirri sonnu, einastu trúnni” (s. 69 í Trúarjáttan føroysku fólkakirkjunnar).

Við øðrum orðum kunnu vit hvørki trúgva á Jesus ella koma til Jesus og hansara frelsu uttan Heilagan Anda. Ella sum kendi enski prædikumaðurin, John Stott, sigur: “Líkasum eitt likam uttan andadrátt er eitt lík, soleiðis er kirkjan eisini deyð uttan Heilagan Anda.” Men Gud ynskir ikki eina deyða kirkju, men eina livandi kirkju. Tí sigur Jesus eisini við lærusveinarnar: “Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara” (Jóh 14,18). Og hetta er nevniliga tað, sum vit hátíðarhalda á hvítusunnu: Gud er komin til okkum við Heilagum Anda og er líka nær hjá okkum sum okkara egni andadráttur. Og ið vit, saman við øllum øðrum trúgvandi menniskjum, hava lut í Heilagum Anda, tá kunnu vit eisini játta og siga, at vit trúgva á eina heilaga almenna kirkju, samfelag teirra heilagu, fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og lív um aldur og ævir. Her er talan um eina heilaga og livandi kirkju, tí at hon hevur lut í Heilagum Anda, sum nevniliga er keldan av vatni, sum Jesus hevur lovað okkum, og sum vellir fram til ævigt lív. Ella sum Jesus segði við Sámáriukonuna við Sikarbrunnin: “Ein og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur; men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív” (Jóh 4,13-14). Heilagur Andi er tað vatnið, sum hvør einasta menniskja í hesi verð hevur brúk fyri at drekka, tí at hetta er tað einasta vatnið, sum kann sløkkja tostan eftir lívi og meining, sum er innaní okkum øllum.

Brennandi tungur

Í Ápostlasøguni hoyra vit um hvítusunnuundrið, og hvussu tungur líkasum av eldi sýndust fyri lærusveinunum: “Og tá ið nú hvítusunnudagurin var komin, vóru teir allir saman komnir á einum staði. Og tá kom brádliga eitt dun av himli, sum tá ið harðveður brestur á, og fylti alt húsið, sum teir sótu í. Og fyri teimum sýndust tungur líkasum av eldi, sum skildust sundur og settust á ein og hvønn teirra; og teir vórðu allir fyltir av hinum heilaga anda og tóku at tala á øðrum tungumálum eins og andin gav teimum at mæla” (Áps 2,1-4). Hetta er óiva uppfyllilsið av orðunum hjá Jóhannesi Doypara, tá ið hann peikar á Jesus og sigur: ”Hann skal doypa tykkum við heilagum anda og eldi” (Luk 3,16). Líkasum hesar tungurnar settust á lærusveinarnar á hvítusunnu, soleiðis grípir Heilagur Andi eisini inn í okkara lív og inn í lívini hjá øllum kristnum menniskjum. Og harvið eiga øll kristin menniskju eisini lut í tí sama andliga ríkidøminum. Vit eiga lut í hinum sama Heilaga Anda. Og tað er hin sami Heilagi Andin, sum ger sín gerning í okkum. Heilagur Andi ger okkum altso til eina stóra familju – samfelag teirra heilagu!

Men hvønn týdning hava hesar tungurnar, sum líkjast eldi? Jú, hetta skilja vit best í ljósinum frá tí, sum vit fáa at vita um Gud í Gamla Testamenti. Gud er ein Gud, sum talar. Hann skapar enntá við sínum orði. Hetta síggja vit t.d. í sambandi við skapan heimsins: ”Guð segði: ’Verði ljós!’ Og tað varð ljós” (1 Mós 1,3). Gud er altso ein Gud, sum talar. Men hann verður eisini settur í samband við eld. Bæði hansara tala og eldur verða t.d. lýst fyri okkum í kendu frásøgnini um, hvussu Gud talar til Móses í hinum brennandi tornarunninum (2 Mós 3). Líkasum Gud verður settur í samband við talu og eld, soleiðis verða Jesu lærusveinar nú eisini luteigandi í Guds talu og eldi, tá Heilagur Andi verður útheltur á hvítusunnu, og hesar brennandi tungurnar koma til sjóndar og setast á lærusveinarnar. Og líkasum eldur reinsar, hitar og upplýsir, soleiðis reinsar, hitar og upplýsir Heilagur Andi nú eisini lærusveinarnar og gevur teimum styrki til at tala Guds orð og bera tað út til allan heimin. Gud vil jú, at gleðiboðskapurin skal boðast um allan heimin, tí at hann vil, at øll skulu verða frelst. Júst hetta er eisini orsøkin til, at lærusveinarnir tala á ymiskum tungumálum á hvítusunnu, soleiðis at øll skiltu tað, sum teir boðaðu. Gleðiboðskapurin er jú fyri øll menniskju!

LES EISINI  Sannleikans Andi

Eg komi til tykkara

Meðan Jesus enn var hjá lærusveinunum, fortaldi hann teimum um tað, sum skuldi henda í nærmastu framtíð. Hann fortaldi teimum um líðingina, sum hann skuldi ígjøgnum. Hann fortaldi teimum, at hann skuldi doyggja, rísa upp og fara heim til Faðirin. Hetta gjørdi lærusveinarnar óróligar, tí at teir høvdu enn ikki fatað, hvat Jesus mátti ígjøgnum fyri at frelsa menniskju frá teirra syndum. Men alt hetta broyttist, tá Heilagur Andi bleiv útheltur á hvítusunnu. Jesus hevði nevniliga sagt við lærusveinarnar: ”Men tá ið hann kemur, sannleikans andi, tá skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan…” (Jóh 16,13). Jesus fortaldi altso lærusveinunum um sína burturferð, men samstundis troystaði hann teir eisini og segði, at hann ikki skuldi lata teir verða eftir faðirleysar. ”Eg komi til tykkara”, segði hann við teir (Jóh 14,18). Og hann vissaði teir um, at hann skuldi geva teimum ein annan talsmann, sannleikans anda, sum skuldi verða hjá teimum allar ævir (Jóh 14,16). Hetta lyftið varð til veruleika í Jerúsalem fyri uml. 2000 árum síðani, tá lærusveinarnir vórðu fyltir av Heilagum Anda.

Ikki bara ein minningarhátíð

Men hóast hetta hendi fyri uml. 2000 árum síðani, so er hvítusunnan, sum vit hátíðarhalda í okkara samtíð, ikki bara ein minningarhátíð. Nei, tað, sum hendi tá, er eisini galdandi nú, tí Jesu orð til lærusveinarnar eru eisini galdandi fyri okkum, sum eru hansara lærusveinar í dag: Talsmaðurin, sannleikans andi, skal eisini verða hjá okkum allar ævir!

Líkasum vit hátíðarhalda jól, páskir og Kristi himmalsferðardag, tí at hesar hendingar ikki einans var nakað, sum gjørdi seg galdandi tá, men sum eisini grípir inn í okkara egnu lív í dag, soleiðis er tað eisini viðvíkjandi hvítusunnu. Vit hátíðarhalda hvítusunnu, tí lyftini hjá Jesusi til lærusveinarnar tá á døgum eisini eru galdandi fyri Jesu lærusveinar her í dag. Jesu orð, ”eg komi til tykkara”, eru eisini uppfylt fyri okkum. Talsmaðurin, sannleikans andi, er eisini hjá okkum her í dag. Hvítusunna kann altso lýsast sum tann dagurin, Jesus kemur – ikki í holdi og blóði, men í Heilagum Anda. Tað gjørdi hann tá, og tað ger hann eisini í dag. Hann kemur til okkum, tí hann vil eisini hava felagsskap við teg og meg.

LES EISINI  Guds eldur

Men hvussu kemur hann so til okkum í dag? Jú, hann kemur til okkum gjøgnum náðimiðlarnar: Guds orð, dópin og hina heilagu kvøldmáltíðina. Ella sum Bo Giertz sigur: ”[H]eilagur Andi er allastaðni, men hann er virkin gjøgnum nakrar ávísar miðlar, sum ikki eru allastaðni. Hann er nevniliga virkin í Kristi kirkju gjøgnum náðimiðlarnar. Um ein ikki brúkar teir, hevur ein heldur ikki við Heilagan Anda at gera,” sigur Bo Giertz. Hetta undirstrikar fyri okkum, hvønn avgerandi týdning náðimiðlarnir hava fyri okkara andliga lív.

Talsmaðurin

Men hvønn týdning hevur tað so fyri okkum, at vit hava fingið ein annan talsmann? Sum vit hava hoyrt, kallar Jesus Heilagan Anda fyri Talsmannin (gr. Paraklētos). Hetta orðið sipar til ein, sum er boðsendur til at fylgja, hjálpa og verja einum vini í rættinum. Og tá ið Jesus sigur, at hann vil geva lærusveinunum ein annan talsman, so inniber hetta sjálvandi eisini, at teir longu hava ein talsmann frammanundan, nevniliga sjálvan Jesus. Í 1 Jóh 2,1 verður Jesus eisini lýstur sum okkara talsmaður hjá Gudi. Meðan Jesus enn var hjá sínum lærusveinum, var hann altso teirra talsmaður ella advokatur, sum tað eisini verður rópt. Og ein advokatur er ein, sum talar fyri tey, sum ikki kunnu tala fyri seg sjálvan. Hetta var støðan hjá lærusveinunum, og hetta er eisini støðan hjá okkum. Vit hava øll brúk fyri Talsmanninum, Advokatinum, Jesusi! Hví hava vit tað? Jú, tí vit eru øll syndarar, og vit glatast øll, um vit ikki hava henda advokatin at tala fyri okkum. Men hetta er nevniliga tað, sum vit eiga í Jesusi – ein advokat, ein talsmann, ein, sum tekur okkara søk á seg sjálvan og talar fyri okkum framman fyri Guds dómstóli. Í Hebrearabrævinum lesa vit eisini, at Jesus altíð livir til at ganga í forbøn fyri okkum (Heb 7,25). Omaná hetta ljóða Jesu troystarorð til lærusveinarnar nú eisini til okkum: ”Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar” (Jóh 14,18). Nei, hann kemur eisini til okkum og festir búgv í okkara hjørtum við hinum seinna Talsmanninum, Heilaga Andanum. Sum Jesu lærusveinar eru vit altso ongatíð einsamøll. Jesus er hjá okkum og í okkum við Heilaga Andanum.

Gerningur Heilaga Andans

Men hvør er so gerningur Heilaga Andans? Jú, hann peikar á hin fyrra talsmannin, nevniliga Jesus. Hetta er eisini tað, sum Jesus sjálvur undirstrikar, tá ið hann sigur um Heilaga Andan: ”Men talsmaðurin, heilagi andin, sum faðirin skal senda í mínum navni, hann skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum” (Jóh 14,26). Heilagi Andin peikar altso á Jesus og hansara orð. Ella sum Bo Giertz sigur: Andans uppgáva er at vitna um Jesus og gera frelsarans mynd livandi. Tá ið Heilagur Andi hevur eina ávirkan á okkum, tá er úrslitið altso ikki, at vit síggja Andan fyri okkum. Ístaðin er tað Kristi mynd, ið verður gjørd livandi. Andan kenna vit altso fyrst og fremst gjøgnum tann gerningin, sum hann ger í okkara hjørtum, tá ið hann skapar trúnna á Kristus.” Jesus lýsir eisini sjálvur henda gerning Heilaga Andans, tá ið hann sigur: “Hann skal dýrmeta meg; tí at hann skal taka av mínum og kunngera tykkum” (Jóh 16,14). Vit plaga eisini at syngja um Heilaga Andans gerning á hvítusunnu:

LES EISINI  Barnakorsins Andi

Andanna andi, stíg nú frá tí høga,
tú, sum við faðir og syni er Guð,
kom várar sálir nú allar at grøða,
himinsins brúður tú búgva skalt út,
heita og savna, Guðs orðið út týða,
byggja Guðs kirkju, upplýsa hans tjóð,
tað er tín gerningur, oss skalt tú víga,
hjørtum ber boð, at Guðs miskunn er góð.

Røða Pæturs

Úrslitið av Andans gerningi síggja vit eisini í sambandi við prædikuna, sum Pætur helt á hvítusunnu. Líkasum hinir lærusveinarnir hevði Pætur eisini fingið boð um at halda seg kvirran í Jerúsalem, inntil Heilagur Andi kom yvir hann og gav honum kraft til at vitna um Jesus (Luk 24,49). Hesa kraftina varð Pætur íklæddur á hvítusunnu. Og tí lesa vit eisini, at Pætur steig fram saman við hinum ellivu og vitnaði um Jesus í frímóði og kraft, tí nú var hann fyltur av Heilagum Anda. Hann talar til jødarnar í Jerúsalem og peikar á hin krossfesta og upprisna Frelsaran og sigur: ”Guð hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu” (Áps 2,36).

Ein sting í hjartað

Jesus hevði sagt við sínar lærusveinar, at hann skuldi geva teimum sín frið. Men tey, sum hoyrdu Pætur prædika henda dagin, fingu kortini fyrst ein sting í hjartað og spurdu Pætur og hinar ápostlarnar: ”Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?” Pætur svaraði: ”Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans” (Áps 2,37-38). Henda dagin fingu 3000 menniskju gávu Heilaga Andans. Hetta er tað, sum man kallar fyri eina stóra veking. Við Andans gerningi blivu 3000 menniskju vakt upp frá teirra andliga svøvni. Og við hesi vekingini fylgdu eisini nakrir spurningar: Hvat eiga vit at gera? Og svarað varð: Vendið um og lati tykkum doypa!

Vegurin til Jesus

Soleiðis hevur tað eisini verið í mínum egna lívið. Eg var komin burtur av leið, men tá eg hoyrdi gleðiboðskapin, fekk eg so at siga eisini ein sting í hjartað – ein ófrið, sum fekk meg til at spyrja: Hvat skal eg gera fyri at verða frelstur? Og tað sama svarið var eisini galdandi fyri meg: Vend um! Eg var longu doyptur, men eg hevði brúk fyri at venda um av nýggjum. Eg hevði brúk fyri at venda mær aftur til Jesus. Tað var sum um Heilagi Andin segði við meg: Vend um! Flýggja til Jesus! Tað er bara hann, sum kann geva tær tann friðin, sum tú hevur brúk fyri! Av Guds stóru náði eigi eg nú henda friðin. Hetta er eisini tann friðurin, sum vit øll eiga við trúnni á Jesus. Og Guds friður er eisini tann friðurin, sum varðveitur okkum. Ella sum Paulus sigur: ”Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi” (Fil 4,4-7). Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina