Komið í góðari tíð

Stórmøtini verða í høllini á Hálsi í Havn, og har er nakað av parkeringsplássum við høllina. Men av tí at arbeitt verður í økinum, verður heitt á fólk um at møta í góðari tíð, so tey fáa sett bilin frá sær.

Umframt parkeringsplássini við høllina, eru eisini pláss at parkera aðrastaðni í grannalagnum, millum annað í Gundadali og við Tórsbreyt.