KRIS: Nýggjar umstøður geva fleiri møguleikar
– Vit hava leingi ynskt okkum eitt stað, har fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og teirra avvarðandi, kunnu koma til samtalu, bólkaarbeiði, undirvísing og annað. Og hetta staðið hava vit nú fingið við hesum húsinum, og tað eru vit sera glað fyri. Her eru umstøðurnar munandi betri enn tær, vit høvdu frammanundan, sigur Gvøðbjørg West, sum er dagligur leiðari hjá KRIS.
KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at upplýsa um kynsligan ágang og geva tí misnýtta ráðgeving og hjálp. Tað er stuðulsgrunnurin hjá KRIS, sum hevur keypt gamla BankNordik á Toftum. Síðani húsið varð keypt, hevur verið arbeitt við ymsum umvælingum í húsinum, og Gvøðbjørg sigur, at so at siga alt arbeiðið er gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi.
– Nú hava vit eisini fingið karmar til at hava undirvísing av ymsum slag. Til dømis um kynslig brotsverk eru farin fram í einum ítróttarfelag ella eini samkomu, so kunnu fólk haðani koma higar og fáa undirvísing um, hvussu slík mál skulu handfarast.
Hjá KRIS starvast fýra fólk, harav leiðarin er í fulltíðarstarvi. Hini trý eru í parttíðarstarvi. KRIS er á løgtingsins fíggjarlóg, har játtanin í løtuni er 1,2 milliónir.
– Vit kundu ynskt okkum størri játtan, tí nógv er at gera. Vit kundu eisini hugsað okkum at gjørt meira fyribyrgjandi arbeiði, sigur Gvøðbjørg og leggur afturat, at í 2017 vóru tað 139 fólk, sum vendu sær til KRIS. Hetta eru 52 fleiri enn í 2016, tá talið var 87, og okkurt árið hevur talið verið uppi á 150.
– Og tað eru fleiri onnur enn hesi, sum svíða fyri kriminellu gerðini, millum annað tey avvarðandi. So tað eru nógv fólk, sum verða rakt av hesum, sigur hon.
Í sambandi við, at húsið verður tikið í nýtslu, verður almenn móttøka týsdagin 4. desember frá klokkan 13.00 til 17.00. Adressan er: Á Kneysum 6, Toftir.