KRIS við nýggjari heimasíðu

KRIS hevur fingið eina nýggja og snøgga heimasíðu við nógvum tilfari so sum brævkassa, bloggi, frásøgum frá kynsliga misnýttum umframt nógv annað.

– Vit gleða okkum nógv til teir møguleikarnar, sum nýggja síðan gevur. Millum annað at til ber at seta spurningar dulnevnt í brævkassanum og so fáa svar. Eg vænti, at hetta gevur dirvi hjá fólki at søkja sær hjálp, tá ið vit hugsa um, hvussu viðkvæmt evnið er, sigur Gvøðbjørg West, dagligur leiðari og ráðgevi hjá KRIS.

KRIS, ið er ráðgeving fyri seksuelt misnýtt, vil koma nærri brúkaranum og geva ofrum og øðrum betri møguleika at fáa hjálp við nýggju heimasíðuni. Nýggja síðan eitur kris.fo.

– Tað hevur stórar avleiðingar, at onkur annar, ið ikki hevur rætt til tað, rørir við tey mest intimu støðini á kroppinum. At vera seksuelt misnýtt/ur setir síni spor. Fólk eru ofta traumatiserað, og tað er trupult at seta orð á støðuna.

– Við nýggju heimasíðuni geva vit fólki nakrar møguleikar afturat at koma víðari ella søkja sær hjálp. Tað kann vera við at lesa ella síggja søguna hjá øðrum, ið hava brotið tøgnina, at lesa bloggar um evnið, at skriva í brævkassan, ella at fáa aðrar upplýsingar um evnið og ta hjálp, KRIS kann veita, sigur Gvøðbjørg.

Hon leggur dent á, at tað eisini var týðandi fyri tey at fáa eina einfalda og lætt skilliga síðu, har ein og hvør kann finna tað, viðkomandi hevur brúk fyri.

Tað er Lions Tórshavn, ið hevur stuðlað gerð av heimasíðuni, og KREA hevur gjørt síðuna.