Kristi himmalsferðardag gongur talvan til frama fyri Kirkjuliga Missiónsfelagið 

Hósdagin 30. mai er Kristi himmalsferðardagur, og tá gongur talvan í fólkakirkjum um landið fyri Føroysku heidningamissiónina, sum virkar undir Kirkjuliga Missiónsfelagnum.

Felagið stuðlar millum annað arbeiðnum hjá Silas og Juliannu Olofson, sum eru trúboðarar í Mongolia, í samstarvi við Norsk Luthersk Misjonssamband. Eisini stuðlar felagið tveimum kristiligum útvarpssendingum inn í Kina, í samstarvi við Norea Radio í Danmark.

Kirkjuliga Missiónsfelagið gevur eisini út Kirkjuligt Missiónsblað, sum kemur út 8 ferðir um árið til haldarar. Hvørt ár verður ein árskalendari eisini givin út við einum skriftstaði til hvønn dag.

Virksemið hjá felagnum verður fíggjað við gávum, talvupeningi og sølu av kalendaranum.

Talvudagurin er sum nevnt Kristi himmalsferðardag, ella ein annan dag í summum kirkjum, um tað passar betur.

LES EISINI  Poddvarp: Ungur felagsskapur við víðfevndum arbeiði fyllir 3 ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina