Kristin í loyndum

Móti endanum av Jesu líðingarsøgu lesa vit um tveir menn, sum tóku Jesu deyða likam niður av krossinum. Jósef úr Arimatea og Nikodemus.

Hoyr, hvat Jóhannes skrivar um hesar báðar: “Síðan kom Jósef úr Arimateu, sum var ein lærusveinur Jesu, men í duldum, av ótta fyri Jødunum, og bað Pilatus um, at hann mátti taka Jesu likam niður. Pilatus eftirlíkaði honum. Hann kom tí og tók likam hansara. Men Nikodemus, hann sum í fyrstuni var komin til hansara um náttina, kom eisini og hevði við sær okkurt um hundrað pund av eini blanding av myrru og aloe” (Jóh 19,38-39).

Teir tykjast at hava nakað til felags, hesir báðir. Millum annað hettar, at teir høvdu tað trupult at vera týðiligir í síni trúgv á Jesus. Teir strevaðust við at játta Jesu navn fyri menniskjum. Teir royndu at dylja sín kristindóm. Bíbliubrotið, sum vit hava endurgivið, sigur frá tí degi, teir fyrstu ferð vágaðu at vera týðiligir.

Sjálvan langafríggjadag funnu teir vegin frá mannaóttans myrkri til játtinganna ljósa dag.

Teir fingu at royna, at tað kostar. Men játtaðu kortini.

LES EISINI  Heima í himlinum

Langafríggjadag gjørdist sigursins dagur á tvífaldan hátt. Henda dagin vísti Jesus seg sum sigursharra yvir øllum maktum og myndugleikum, á krossinum. Sama dagin vunnu Jósef og Nikodemus á tí mæta fúrstanum, sum verður róptur “mannaótti”.

Kristin í loyndum

Okkum tørvar ikki at leita fram Bíbliuna fyri at møta tílíkum menniskjum. Flestu okkara hava stríðst okkara vónleysa kamp móti sama fígginda, sum teir báðir jødisku menninir bardust ímóti, mannaóttanum!

Vit vita so inniliga væl, hvussu tað skuldi havt verið. Vit vilja vera sjónlig og týðilig í okkara trúgv á Jesus. Men stríðast við at tóna flagg. Bæði í lívi og orði.

Nøkur av okkara beiskastu ósigrum hava vit fingið í stríðnum at játta Jesus fyri menniskjum.

Vit tagdu, sviku og flýddu. Meir enn eina ferð var kampur um frelsuvissuna. Spurningurin hevur darrað: – Hvussu skal eg megna at játta Jesus fyri menniskjum?

Frásøgnin um Jósef úr Arimatea og Nikodemus setir í øllum førum nakrar tankar í gongd. Tú skalt sleppa hesum at játta Jesus fyri menniskjum fyri at blíva frelst/ur. Tú skalt gera tað, tí tú ert frelst/ur! Jesus doyði eisini fyri loyniligar lærusveinar. Hansara frelsa var liðugt gjørd eisini fyri Jósef og Nikodemus, og fyri teg!

LES EISINI  Tú hevur fingið eina náðigávu

Tað loysnar á Golgata!

At síggja hann, sum gav sítt lív í deyðan, fekk Jósef og Nikodemus í gongd. At síggja hann, sum rindaði tann ófatiliga prísin fyri okkara frelsu, setir eisini okkara mannaótta í eitt undarligt ljós: – Tori eg ikki at taka nakran kostnað fyri hansara skuld, sum gav alt fyri meg? Tú skalt sleppa undan at leita eftir teimum røttu møguleikum, sum Gud gevur tær!

Jósef úr Arimatea og Nikodemus høvdu ikki lagt ætlan um Golgata. Men teir stigu fram, tá ið høvi beyðst.

Tín pínifulli dagur at játta kemur eisini í tínum lívi. Síggj bara til, at tú ikki bert teg undan!

 

Til umhugsanar
Tendra eitt kertuljós. Set eitt blankt súltutoysglas niður yvir kertuljósið. Hvat hendir?
Les síðan Matteus 5,14-16. Hvat lærir hettar teg um at vera kristin í loyndum?

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina