Kristin kirkja í India álopin 

Mótmælisfólk vápnaði við steinum, jarnrørum og pinnum lupu 2. januar á Sacred Heart Church í bygdini Edka í Narayanpur landspartinum í India. 

Sum skiltst mótmæltu fólkini “ólógligum” umvendingum og at nýggjar kirkjur verða bygdar. Í videobrotinum omanfyri sæst harkaliðið grýta steinar og brúka stavar til at bróta vindeyguni í kirkjuni og gera seg inn á bilar hjá kirkjuni í Narayanpur. 

Global Christian Relief (sum til 1. januar var Open Doors deildin í USA) greiðir frá, at sambært kelduni hjá teimum í økinum, so vóru nærum 1.000 fólk við í álopinum. Faðir Jomon Devasia, sóknarprestur í Sacred Heart Church, hevur greitt UCA News frá, at støðan í økinum, har kirkjan varð oyðiløgd, er spent eftir álopið.  

UCA News vísir til “kirkjuligar keldur”, sum siga, at álopið er framt av ikki kristnum upprunafólki, sum vilja vera við, at kristin venda sær frá trúnni og fara aftur til upprunaligu trúnna. Men tey kristnu vilja ikki avnokta sína trúgv. Sum skiltst eru meira enn 1.000 trúgvandi rikin frá húsi og heimi nærhendis Narayanpur seinastu mánaðirnar. 

LES EISINI  Hóast avbyrging: Av Guðs náði elska vit Jesus

Indian Express veit at siga, at uppreistrarfólkini lupu á politistar, sum vóru sendir út, og særdu løgregluovastan og aðrar politistar. Sum sæst í videobrotinum niðanfyri, so tóku politistarnir seg aftur og eygleiddu, meðan harkaliðini gjørdi skaða á kirkjuna, heldur enn at royna at steðga harðskapinum. Løgreglan brúkti umleið ein tíma, áðrenn tamarhald var á støðuni. 

Fjømiðlar í India greiða frá, at løgreglan í økinum hevur fráboðað kriminellar samansvørjingar, drápsroynd ímóti einum embætisfólki, álop á onnur embætisfólk, ófrið og at fólk hava samlast ólógliga. Fimm persónar eru handtiknir, millum annað økisleiðarin fyri Bharatiya Janata flokkinum, BJP, Rupsai Salam. Enn vita vit ikki, hví júst hesir fimm persónarnir vórðu handtiknir, ímeðan restin av harkaliðnum slapp undan. 

Støðan við herverki ímóti kirkjum og húsmeinigheitum tykist at versna í Miðindia. Global Christian Relief eggjar myndugleikunum í India til, í stundini, at berja niður uppreisturin ímóti kristnum í landinum. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina