Kristin lesandi í Týsklandi tora ikki at tosa um teirra trúgv

Kristin í Týsklandi velja ofta at halda seg frá at tosa um teirra trúgv av ótta fyri ”túsundum av smáum prikum”.

Kristin universitetslesandi uppliva fíggindskap vegna teirra trúgv. Tí velja mong sjálvsensur, áðrenn tey bera fram trúarvend evni.

Hetta vísa kanningar, ið eru settar í verk av International Institute for Religious Freedom(IIRF), Observatory of Religiojs Freedom in Latin America(OLIRE) og Observatory on Intolerance and Discrimination Against Christians in Europe(OIDAC), Skrivar CNE News.

Átrúnaðarlig jagstran førir ikki altið til fongsulsrevsing ella rættarmál, sigur ein av høvundunum í kanningini, Janet Epp Buckingham, til Die Tagespost. Heldur snýr jagstranin seg um ”at doyggja av prikum í túsundatali”, tí kristin eru undir eini vaksandi hóttan frá teimum óteljandi smáu viðurskiftunum, ið samlað sæð fær tey at aftra seg at tala um teirra trúgv.

Hesin sjálvsensurur finst serliga á universitetunum, vísir ein týsk kanning av sosiologinum, Friederike Boellman. Hon greiðir frá, at ávísar mentanarligar støður broyta ”dámin á samrøðuni.”

Sambært bretska granskaranum, Simon Calvert, eru kristin ótrygg, hvørt tað vanliga kristna sýnið upp á samkynd hjúnaløg og kynssamleika enn er loyvt ella møguliga bannað við lóg. Tey kristnu eru heilt einfalt ótrygg, hvørji evni, tey kunnu bjóða av í almenna rúminum, greiðir hann frá sambært CNE News.
Udfordringen: Bodil Lanting

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina