Krossurin – Guds kraft

1. Korintbrævið 1,17-25

Tí at Kristus sendi meg ikki út at doypa, men at boða gleðiboðskapin, ikki í orðavísdómi, til tess at krossur Krists ikki skuldi verða gjørdur til eitt bert eiti. Tí at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guds kraft. Tí at skrivað stendur: «Eg vil týna vísdóm vísmanna, og vitsku vitra manna vil eg gera til einkis.» Hvar er vísmaður? Hvar skriftlærdur? Hvar orðakappi í hesum heimi? Hevur Gud ikki gjørt til dárskapar vísdóm heimsins? Tí at við tað at heimurin við vísdómi sínum ikki kendi Gud í vísdómi Guds, líkaði tað Gudi við boðanardárskapi at frelsa tey, sum trúgva; við tað at bæði Jødar krevja tekin og Grikkar søkja vísdóm, men vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga, men heidningum dárskap, men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guds kraft og Guds vísdóm. Tí at dárskapurin hjá Gudi er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Gudi er sterkari enn menniskjan. 

Deyði Jesu var als ikki tignarligur ella virðiligur fyri ein kong. At doyggja á krossi varð ætlað brotsmonnum. Rómverjar gjørdu tað fyri at vanvirða tann krossfesta. Tað skuldi eisini vera eitt ræðsludømi fyri onnur, hvussu ræðuligt kundi gangast, um fólkið ikki fylgdu boðunum frá teimum ráðandi.
Vit hava krossar í kirkjum, missiónshúsum og samkomuhúsum. Fleiri hava eisini vakrar krossar um hálsin. Fyri okkum hevur krossurin nógv at siga, og vit elska at syngja sangir um krossin.
Men upprunaliga var krossurin ikki nakað at verða stolt/stoltur av.

Rómverskt avrættingaramboð

Krossurin var eitt rómverskt avrættingaramboð. Tað var ikki ein skjótur, einfaldur ella bíligur háttur at gera av við brotsmenn og onnur, ið vórðu dømd. Tað var tað øvugta.

Endamálið var, at deyðatilgongdin skuldi taka enn longri tíð. Tað var fyri at vanvirða tann, ið varð krossfestur.

Eitt fólk, ið varð krossfest, kundi nevniliga liva í fleiri dagar á krossinum, áðrenn tað doyði. Dømi eru um, at fólk, ið hava hingið á krossinum í tveir dagar, vórðu náðað. Tey vórðu tikin niður av krossinum aftur og eftir viðgerð komu tey fyri seg og livdu víðari. Áðrenn Jesus varð krossfestur, varð hann pískaður. 40 sløg. Blóðið rann úr likaminum. Tey, ið hava sæð filmin ”The Passion of the Christ” minnast helst tey ógvusligu filmsklippini, tá ið hann varð pískaður. Óhugnaligt og óunniligt at síggja. Men tað var veruleikin.

LES EISINI  Er tín stuðul veruliga ein stuðul?

Via Dolorosa

Í Jerúsalem ber í dag til at ganga leiðina, Jesus gekk út á krossin. Hon verður vanliga kallað Via Dolorosa. Tað er latín, og merkir líðingarvegurin. Og tað var veruliga ein ógvuslig pína og líðing, Jesus upplivdi. Tað sóu vit í filminum.

Men tað var eisini meira enn tað. Umframt likamligu líðingina, tók hann alla heimsins synd á seg – hana, eg og tú skuldu liðið undir, men nú sleppa undan. Syndin skilti okkum nevniliga frá Gudi – og har eru vit øll í sama báti, tí vit hava øll syndað – eingin undantikin. Brotsmenninir, ið hingu við Jesu høgru og vinstru lið, vóru dømdir til deyða av einum verðsligum dómstóli. Teir høvdu forbrotið seg so álvarsliga móti lógini, at teir vórðu dømdir til deyða. Teir livdu ikki upp til lógarkrøvini og vórðu dømdir. Eg og tú standa í júst somu støðu, tá ið talan er um at liva upp til krøvini, ið Gud setir. Hann krevur fullkomileika, og tað megnar eingin av okkum. Hann sigur ikki, at bara ein hevur skikkað sær rímiliga væl, so gongur tað. Heldur ikki, um ein hevur gjørt sera nógvar góðar gerðir og bara hevur syndað í nøkrum heilt fáum viðurskiftum. Nei, Gud krevur hundrað prosent fullkomileika, og tí er eingin møguleiki hjá okkum at koma til himmals. Syndin skilir okkum frá Gudi. Og vit hava ongan møguleika at gera nakað sum helst fyri at sleppa av við syndina. Tað hevði ikki verið gott, um hetta var endaliga støðan. So hevði verið úti við okkum. Men tað er tað ikki.

Via Amorosa

Gleðiboðskapurin er tann, at Gud hevur sjálvur gjørt eina loysn, so at syndin ikki longu skilir okkum frá Gudi. Á krossinum tók Jesus – tann rættvísi og lýtaleysi – alla okkara synd á seg, og vit – syndarar, sum trúgva á hann – fáa Jesu rættvísi. Hann verður dømdur av Gudi fyri syndina. Samstundis gevur hann – tann, ið ongantíð hevur syndað – okkum sína rættvísi.

Hetta er tað sæla umbýtið. Guds vreiði yvir syndina tók Jesus á seg. Tí doyði hann. Samstundis fingu vit hansara rættvísi.

Tað var meira enn bara ein Via Dolorosa hjá Jesusi á veg út á Golgata. Tað var eisini ein Via Amorosa – ein kærleikans vegur. Hann gjørdi tað av kærleika til tín og mín. Hann elskaði okkum so nógv, at hann tók alla líðingina og pínuna á seg. Alt fyri okkara skuld. Hann tók alla heimsins synd á seg, og vit eru sett í frælsi.

LES EISINI  Vit vita einki at gera...

Á tann stóri kærleiki!

Eyðmýking

Á Golgata varð Jesus hongdur upp á træið. Ofta var ein lítil bjálki settur soleiðis, at tann krossfesti kundi sita og á tann hátt halda vektini av kroppinum uppi. Tað gjørdi eisini, at deyðin dró út. Tann krossfesti doyði ofta av at vera kvaldur.

Tann krossfesti var eisini vanærdur á annan hátt. Tá ið vit síggja málningar av Jesusi á krossinum, so hevur Jesus altíð eitt klæði um miðjuna. Veruleikin var tó ein annar. Rómverjar vanærdu og eyðmýktu tann krossfesta eisini á tann hátt, at hann eingi klæði hevði á kroppinum. Har var einki at hylja hansara nakni. Hann var spillnakin. Ofta var eisini gjørt tað, at beinini vóru hildin frá hvørjum øðrum. Á tann eyðmýking!

At enda sína dagar á einum krossi, sum stóð á alfaravegi, var ein eyðmýking. Øll sóu tann krossfesta, og viðkomandi var ofta spottaður og háðaður.

Tann ræðuligasta líðingini hjá Jesusi, var óivað at møta Guds vreiði á krossinum. Óttin fyri at møta Guds heilagu vreiði yvir alla heimsins synd má hava verið ræðilig.

Í Galatabrævinum 3,13 stendur, at Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann var banning fyri okkum.

Hetta er gleðiboðskapurin.

Alexanenos tilbiður sín Gud

Ein grafitti-tekning er funnin í útgrevstri á einum húsaveggi fyri 150 árum síðani í Róm í Italia, sum vísir ein kristnan, sum tilbiðir ein mann, sum hongur á einum krossi. Tekningin er tíðarfest til triðju øld og er sostatt elsta tekning, sum er funnin av Jesusi. Tað serliga er tó, at høvdið á tí krossfesta manninum er av einum esli.

Við síðuna av tekningini stendur: ”Alexanenos tilbiður sín Gud”. Her eru tað fólk, sum háða tey kristnu. Tey meta, at tey kristnu tilbiðja eitt esil – sum verður roknað sum eitt djór, ið er tað minst klóka av øllum. Og harafturat tilbiðja tey ein mann, sum er fyri tí ringastu eyðmýkingini av øllum – ein sum verður vanvirdur á einum krossi. Niðurstøðan tykist vera, at tey, ið tilbiðja og trúgva á hendan Jesus eru fullkomiliga tápulig!

LES EISINI  Krossfesting í søguligum ljósi

Dárskapur

Paulus sigur, at væl er orð krossins dárskapur fyri teimum, sum glatast, men fyri okkum, sum verða frelstir, er tað Guds kraft. At hetjan doyr á einum krossi er ikki at fata. At hetjan verður vanvird og háðað er heldur ikki at fata. Men soleiðis valdi Gud at gera tað.

Paulus skrivar, at ”vit boða Krist krossfestan, Jødum meinboga” – teir skilja tað ikki, væntaðu ein kong, ein sigursharra, ein, ið tey kundu síggja upp til, ”men heidningum dárskap” – hvat er tað fyri vísdómur, tað gevur ikki meining, tað er vitleyst, dárskapur at seta sítt álit á ein mann, ið doyr á einum krossi, ”men sjálvum hinum kallaðu, bæði Jødum og Grikkum, Krist, Guðs kraft og Guds vísdóm. Tí at dárskapurin hjá Gudi er vísari enn menniskjan, og veikleikin hjá Gudi er sterkari enn menniskjan.”

Orðið um krossin er Guds kraft fyri tey, sum trúgva. Tað gevur vón. Tað er lív í hesum boðskapinum. Hetjan doyði, og tað virkaði, sum at øll vón var úti. Men tríggjar dagar seinni reis hann upp aftur úr grøvini. Leyvan Aslan doyði eisini. Men eisini hon vaknaði upp aftur til lívs og setti Narnia í frælsi. Jesus vann sigur á deyðanum, og tí kann hann eisini geva teimum lív, sum doyggja í trúnni á hann.

Trúgv á Jesus

Ein dag kemur Jesus aftur. Boðskapurin um, at tann, ið trýr á hann, skal hava ævigt lív, er galdandi fyri øll, eingin undantikin. Bæði fyri jødar og heidningar, bæði fyri klók og tey, sum hava minni av viti, bæði fyri børn og vaksin, bæði fyri tey, ið royna at skikka sær væl, og fyri tey, ið banna Jesus beint upp í eyguni.

Hansara stóra ófatandi kærleika skilja vit ikki. Tað kann virka sum dárskapur og meinbogi at seta sítt álit á ein tílíkan kong. Men fyri øll tey, sum trúgva á tann krossfesta og upprisna Jesus, er tað Guds kraft til frelsu. Tí elska vit krossin. Jesaja sigur soleiðis um hetta í kapitul 53, vers 5: ”Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.” Amen.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina