VEL JESUS …

Vit lesa hjá Jóhs kap 3 vers 17. Tí at ikki sendi Gud sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.

Tí at ikki sendi Guð sonin í heimin, til tess at hann skal døma heimin, men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.
Jóh. 3,17

Jesus Kristus kom í heimin vegna Guds æviga kærleika at frelsa okkum frá glatan, føra okkum innaftur í samfelag við Gud, til tess at vit kunna eiga ævigt lív. Guds vreiði lá yvir okkum. Hansara rættvísi dómur hvíldi á okkum syndigu og órættvísu menniskjum. Men Jesus kom at frelsa okkum. Hann, tann óseki, tann reini, kom sjálvboðin at bera tína og mína synd. So kunnu menniskju siga, sum tað stendur í einum sangi:

1. Nógv menniskju siga, at orðið um krossin
ei hóskar til okkara tíð.
Tó verður tað heimsins seinasta bjarging,
tá Jesus skal koma í ský,
tú heldur sum so – hetta er bert ein søga
men Jesus er vorðin mín troyst.
Eg gleðist í honum sum frelsuna vann mær.
Mín sál er frá syndini loyst.

Niðurlag:
Eg veit, eg veit, tað er eingin ivi,
at Jesus hann livir, og vit skulu liva.
Eg veit, eg veit, at synd mín er strikað,
og navn mítt nú stendur í Himlinum skrivað.

Hann er Guds lambið, sum ber heimsins synd. Hann leið og doyði fyri okkara skyld. Tað var hetta, sum skuldi frelsa okkum undan dóminum. Á Jesu døgum lesa vit, at støðan var ikki nógv betri enn nú, tá vit lesa Jóhs kap 1 versini 11 – 12. Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guds børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.

Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. v12  Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara,
Jóh.1,11-12

Tí er tað umráðandi at vit ikki skammast við at vitna um okkara frelsara Jesus. Vit lesa hjá Matt kap 10 versini 32 -33. Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum.

Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. v33  Men hvør tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum.
Matt.10,32-33

Hetta er sera álvarsamt fyri okkum, tí lívið er so stutt, og støðu mugu vit taka fyri hesum boðskapi, um vit skulu náða himmalin, har ein bústaður bíðar okkum, tað lesa vit hjá Jóhs kap 14 vers 2 – 3. Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.

Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. v3  Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.
Jóh.14,2-3

Næsta versi í sanginum sigur:

2. Eg minnist eitt kvøld, eg hondina rætti
til hann, sum læt lív í mítt stað.
Hann loysti øll bond og byrðarnar lætti
og gevur mær megi hvønn dag.
Síðan ta stund hann tók mínar sorgir
so broyttur mín lívsvegur er.
Mín fótur so tryggur á lyftinum gongur.
Í anda og kraft er mín ferð.

Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.
Jóh.3,16

Ein og hvør, sum trýr, skal hava ævigt lív í honum. Jóhs kap 3 vers 16. Tí so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

Trýrt tú, so ert tú frelstur frá synd og deyða, og so fært tú náðigávu Guds sum ævigt lív í Jesusi Kristi.

Eingin fordøming er fyri tey, sum eru í Kristusi Frelsaranum. Men tey, sum verða verandi í vantrúnni og syndini, fáa hin æviga deyðan, glatanina í løn. Tey fáa ongan lut í frelsuni. Latum okkum nýta tíðina til frelsu, at ikki vreiðinnar dagur skal koma yvir okkum sum tjóvur á nátt. Og Gud gevi, at tað nú í dag og hvønn dag í lívi okkara kann ljóða til tín og mín av frelsarans egna munni: Trúgv tín hevur frest teg.

3. Kom  við í tann flokk, sum ferðast til staðin,
Sum hýsir teim reinu í sær.
Eg fari, har sjúka og deyðin er horvin,
Men vinur mín – hvussu við tær?
Ein dag kemur Jesus í skínandi klæðum.
Hann kemur við dýrd og við mátt.
Eg vaki og biði til reiðar at fara.
Hvør veit – Hann kann koma í nátt.

Niðurlag:
Eg veit, eg veit, tað er eingin ivi,
at Jesus hann livir, og vit skulu liva.
Eg veit, eg veit, at mín synd er strikað,
og navn mítt nú stendur í Himlinum skrivað.

“Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guðs orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir! v8  Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.”
Hebr.13,7-8

          
AMEN

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina