Kunnu vit nýta orðið hjúnaband?

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Hetta er bert ein av mongu spurningunum, ið stinga seg upp, nú Føroya Løgting hevur samtykt, at tvey av sama kyni kunnu giftast.

Er hetta ikki eisini at gera seg inn á mong menniskju, ið halda seg til klassisku hjúnabandsfatanina av søguligum, átrúnaðarligum, biologiskum ella bara logiskum orsøkum?

Vanvirðingin fyri hjúnabandinum sum skipan er nú staðfest, og meðan við bíða eftir  1. juli 2017 – so stendur hetta eftir:   

Broytingin av hjúnabandslógini er eitt tilvitað og klokkuklárt dømi um ein tilburð, har landsins lóg beinleiðis gongur ímóti Guds orði, ið ómetaliga mangir lóglýdnir føroyingar vilja fylgja.

Í slíkum markantum mótsetningum eru kristin, sambært Bíbliuni, lýðin Guds góða vilja og í samvitskuni ikki tí, ið gongur hesum beint ímóti. Í so máta hevur Løgtingið tó helst skapt ein samvitskutrupulleika hjá mongum. Og ein kann spyrja: Er nøkur loysn fyri framman, ella skulu fólk í almennum starvi sum til dømis lærarar kanska vænta sær revsing, um teir í undirvísingini ikki vilja nýta orðið hjúnaband um tvey av sama kyni?

Mangir verða spurningarnir av hesum “avgreiðslumáli”, og hugvekjandi verður at síggja, hvar svarini bera okkum í navninum av fjølbroytni og rúmligheit.

Sjálvt um framtíðin uttan iva verður trengri fyri kristin, ið grundleggjandi byggja tilveruna á Guds orðs grund – so er tað gudgivna rætti vegurin at ganga, og tí er eisini vert at staðfesta:

Ongastaðni í Halgubók eru dyr so mikið sum gloppaðar fyri eini góðkenning av samkyndari praksis. Hetta visti Føroya Løgting og valdi kortini, ella kanska júst tí, at ganga Guds orði ímóti og enntá tilvitað at umdefinera sjálvt hjúnabandið sum skipan.

Latið okkum tó áhaldandi biðja fyri Føroya Løgtingi og elska øll menniskju, alt meðan vit virða Gud og ikki óttast menniskju. Tíðin er nú ein onnur, og tíðarandin er og verður ikki neutralur, og tí kann av røttum verða spurt: Vilt tú bara fylgja streyminum ella vera eitt ítøkiligt ljós, har orð og gerningur tín er ein greiður vitnisburður um Jesus sum frelsara menniskjans?

Mátti lív hins kristna soleiðis verið við til at sýna Guds góðsku, so tað førir menniskju til umvendingar. Í tøkk fyri alt gott er tíðin nú komin til treysti og enn meira bøn og arbeiði í Guds ríki.

Hann, ið hevur lovað at vera við okkum allar dagar, vil eisini geva styrki í trúarinnar góða stríði, og latum okkum soleiðis í øllum lutum vinna á illum við góðum. Gott summar.