Kvinnuting í Suðuroy um lívsgleði
Leygardagin 9. mars verður aftur skipað fyri kvinnutingi í Suðuroy. Eftir mong kvinnuting í Nesvík varð í fjør skipað fyri einum líknandi tiltaki í skúlahøllini í Trongisvági, og tað eydnaðist so mikið væl, at tað verður aftur í ár.
Tiltakið er ætlað kvinnum í øllum aldri, og evnið hesaferð er “Lívsgleði – tí einki er Gudi ógjørligt”. Fyrireikararnir lova ein spennandi og gevandi dag við hugna, práti og góðum mati. Dagurin byrjar kl. 10.00, og hildið verður á til kl. 16.30.
Ein av teimum, ið hevur orðið, er Ruth Thomsen, sum greiðir frá um sína lívsgleði, hóast hon er blind. Eisini verða tvær lívsjáttandi kvinnusøgur frá Elisabeth Djurhuus og Jórun Pólsdóttir. Jórun fer eisini at syngja. Harumframt luttekur Tórhild Bjarkhamar, ið hevur skipað fyri kvinnutinginum í Nesvík í mong ár. Á skránni verða eisini tvær spennandi ferðafrásagnir frá Biritu og Rebekku, eins og Lív Næs kemur at syngja.
Eisini verður møguleiki at stuðla hjálpararbeiðnum “Næstin”, sum hevur tombola undir tiltakinum. Tilmelding fer fram á mission.fo/tilmelding, ella á tel 582683 (Helena) innan 5. mars. Kostnaðurin er 325 krónur.