Kvinnuting verður 3. februar 2024
Nú ber til at melda seg til Kvinnuting. Evnið í ár er “Lívið saman við Gudi í viðgongd og mótgongd”.
Fyrrapartin hevur Simony Knudsen áhugatíma út frá evninum “Hvar fann eg gleðina í lívinum?”. Seinnapartin verður pallborð við evninum ”Gud hevur leitt í viðgongd og mótgongd”. Eisini verður sangur frá Argjakórinum.
Afturat øllum hesum er rúm tíð sett av til hugnaliga samveru í Nesvík. Og so mugu vit ikki gloyma at nevna galladøgurðan.
Melda teg til kvinnuting á mission.fo/tilmelding. Seinasta freist at tekna seg er 30. januar.