Kvinnutingið 2020 snýr seg um bjálkan og flísina
“Men hví sært tú flísina í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?” (Matt 7,3) Fyrsta leygardag í februar næsta ár verður aftur kvinnuting í Leguhúsinum í Nesvík, og hesaferð verður evnið “Bjálkin og flísin”.
Tórhild Bjarkhamar, ið hevur verið við til at fyrireikað øll kvinnutingini, sigur, at tey altíð taka sær góðar stundir til at velja evni til næsta kvinnuting.
– Tað er ikki nøkur ávís grund til júst hetta evnið sum so. Hinvegin er tað altíð viðkomandi og rannsakandi, ikki minst fyri okkum sum kristin kirkja og einstøk kirkjulið, sigur Tórhild.
Hetta er 12. kvinnutingið, og skráin líkist skránni undanfarin ár. Nógv verður gjørt burturúr ytru kørmunum, tað verður góður matur, fleiri áhugatímar, eitt nú við Sólrun Poulsen, og so verður eisini ríkt høvi til at práta saman, bæði tvørturum borðið og aðrastaðni.
– Tí hava vit gjørt av at hava tað mesta av tiltakinum inni í matarsalinum, hóast ein nýggj høll er komin afturat, tí nógvar kvinnur seta prís uppá hugnan og prátið við borðið. Men um kvøldið verður syngið-við-kvøld í høllini, bæði við felagssangi og bólkum. Har verður eisini andakt, og tiltakið verður eisini endað í høllini, greiðir Tórhild frá.
Listin yvir sangarar og tónleikarar er langur. Á skránni eru Harmonikuliðið, kvinnukórið Fljóðljóð, Jórun Pólsdóttir, kvinnukórið Suð, umframt tær tríggjar ungu leirvíksgenturnar Rebekka, Emma og Sunniva.
Fyrireikararnir, ið umframt Tórhild eru Sólborg í Grund Bøgesvang og Sigbjørg Hansen, vænta, at tilmeldingin verður klár fyrst í nýggja árinum, og tað verða tilsamans um 300 pláss. Tekningin fer sum vanligt fram á mission.fo/tilmelding, og kostnaðurin verður 625 krónur.