“Kynsneutralt hjúnalag” snýr seg ikki bert um tvey vaksin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

“Gev teimum tað, tey biðja um, so verður friður!” Soleiðis siga fleiri, sum eru troytt av kjakinum um “kynsneutralt hjúnalag”. Hyggja vit til tey londini, haðani fortalararnir heinta íblástur til taktikkin, er tó einki, sum bendir á, at so verður.

Til fyri fáum árum síðani spurdi eingin, hvat eitt hjúnalag var. Og so var um allan heim. Søguliga er talan tí um eitt higartil óroynt eksperiment, hvørs langtíðar avleiðingar vit ikki kenna.

Sagt verður, at “kynsneutralt hjúnalag” bert snýr seg um tvey vaksin fólk. Hetta er ikki rætt, tí við at víðka um sjálvan stovnin, fáa hesi nýggju “hjún” allan pakkan: Ikki minst rætt at ættleiða børn. Hetta hevur verið sera lítið frammi í kjakinum.

Í kensluborna retorikkinum um “rættindi” er eisini vert at hava í huga, hvat mannarættindasáttmálarnir siga. Mannarættindasáttmálin hjá ST tryggjar í 16. grein, at menn og kvinnur, sum eru myndug, hava rætt til at gifta seg og stovna familju uttan avmarking vegna rasu, tjóðskap ella átrúnað. Størsta sjálvfylgja er her, at hjúnalagið er lógliga góðkenda sambandið millum ein mann og eina kvinnu. Seinni í somu grein verður sagt, at familjan er samfelagsins natúrliga grundeind, sum hevur krav uppá vernd frá samfelagnum og statinum.

Eisini er vert at leggja sær í geyma, at Barnakonventiónin hjá ST (grein 7) ásetur rættin hjá børnum til bæði foreldur, so vítt gjørligt. Hesum taka flest øll undir við, tá vit hoyra um børn, sum leita eftir tí pápa ella mammu, tey hava saknað alt lívið. Tess meira undranarvert er tað, at so mong tó fegin lóggeva henda miss inn í lívið hjá ósekum smábørnum, tá talan er um samkynd.

Tá sálarfrøðingar kanna orsøkir til sálarligar trupulleikar, er mest natúrliga stað at kanna viðurskiftini í barndóminum millum barn og mammu og pápa. Tí er tað eitt nýtt eksperiment, tá foreldraskapur eisini verður gjørdur kynsneutralur og minimeraður til at vera summurin av umsorganini frá tveimum persónum, har kyn hevur einki at týða. Umsorgan er grundleggjandi í barnsins uppvøkstri, men foreldraskapur er eisini dynamikkurin í ymiskleikanum millum kynini (so fáa vit næstan ikki verið meira ymisk). Sum Rudolp Arendt segði: “Tveir skógvar eru ikki neyðturviliga eitt par av skóm” – ikki um báðir skógvarnir eru til sama fót!

Um kynið er líkamikið, hví eftirlýsa vit so eisini umboðan av báðum kynum í barnagørðum og skúlum? Hóast eitt ideologiskt rák vil vera við, at munurin millum kynini bert er ein “social konstruktión”, er júst kynsmunurin eitt høvuðseyðkenni fyri mannaættina. Hyggja vit at náttúruni, síggja vit, at soleiðis er øll tilveran uppbygd.

Tað er tí ódámligt, tá spurningurin um ættleiðing verður gjørdur persónligur, til ein spurning, um tær báðar og teir báðir eru fitt og megna at vera góð við eitt barn. Við soleiðis at snara einum sakligum orðaskifti til at snúgva seg um kenslur, er lættari at øsa fólk og fáa fólkastemningin við sær.

Millum annað hesin fyri okkara samfelag og framtíð grundleggjandi spurningur stendur uppá spæl týsdagin – uttan mun til partapolitiskan lit. Tí er umráðandi, at vit veljarar hugsa okkum væl um, hvat okkara atkvøða fer at verða nýtt til, so vit ikki verða tikin av bóli næstu árini.

Øssur Kjølbro