Lær tveir nýggjar sangir áðrenn Stórmøtini
Til Stórmøtini í vikuskiftinum fara vit at læra tveir nýggjar sangir, sum Torleif Johannesen og Ásbjørn Berthelsen hava gjørt. Tó vilja vit longu nú geva tykkum møguleika at venja sangirnar, so tit eru til reiðar at syngja við fríggjakvøldið klokkan 19.30. Tá sleppa tit eisini at síggja røsku fólkini, ið syngja og spæla fyri á hesum upptøkunum.