Lambið

Vit hava nú roynt at taka fram nøkur “kjarnuorð” í Bíbliuni. Tað síðsta orðið, sum vit fara at nevna, er “Lambið”.
Vit skulu ikki lesa leingi í Bíbliuni, fyrrenn vit varnast, hvussu nógv stendur um Lambið. Vit møta óteljandi frásøgnum um, hvussu menniskju handfara eitt lamb. Og Jesus Kristus sjálvur, Bíbliunnar høvuðspersónur, verður jú kallaður Guds lamb.

Fyrstu ferð vit hoyra um lambið í Bíbliuni, er frásøgnin um Káin og Ábel (1 Mós 4). Káin og Ábel vilja báðir dyrka Gud, men fóru hvør sína leið. ”Káin bar Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær” (3. vers).

Hann valdi gerninganna veg til Guds og kom við úrslitinum av sínum egna strevi. Men Gud góðtók ikki hendan frelsuvegin, og Káin vann ikki fram.

“Men eisini Ábel ofraði av tí frumgitna úr fylgi sínum” (4. vers). Ábel ofraði eitt lýtaleyst lív og møtti Gudi á henda hátt.

Hann kom við einum staðgonguofri, og Gud tók ímóti Ábeli. Soleiðis sum hann altíð ger við tann, sum setir sítt álit á ein staðgongupersón!

Eisini í sambandi við útferðina úr Egyptalandi hoyra vit um lambið (2 Mós 12). Fárao vildi ikki loyva fólkinum at fara. Og Gud gjørdi av at sláa landið við dómi, alt frumborið skuldi doyggja!
Men Ísraelsfólk fekk ein frelsandi boðskap at hoyra. Hvør familja skuldi taka sær eitt lamb. Eitt ársgamalt, lýtaleyst veðurlamb. Hesum skuldu tey ansa í fýra dagar. Tá skuldi lambið slaktast eftir sólsetur og blóðið verða smurt á durastavirnar. Tá so Harrin kom, skuldi hann síggja blóðið og fara framvið. Lambið varð givið ístaðin fyri tann frumborna.

LES EISINI  Kristin í loyndum

Harvið skilja vit orðini hjá Jesaja profeti um Harrans líðandi tænara: “Hann varð nívdur, men stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið” (Jes 53,7).

Alt hetta ber fram at Jesusi og hansara frelsaragerningi. Jóhannes Doyparin vísir á Jesus og sigur: “Sí, Guds lambið, sum ber synd heimsins!” (Jóh 1,29). Her er lambið, sum Jesaja profetur tosaði um.

Jesus tók revsingina fyri allar okkara syndir!

Paulus tosar um Lambið og fær íblásturin úr Egyptalandi. “Eisini páskalamb okkara er dripið, Kristus” (1 Kor 5,7).

Jesus varð av okkara Faðiri í himli tikin út til frelsu.
Jesus varð royndur í øllum lutum eins og vit. Men uttan synd.
Jesus varð ofraður í deyðanum langafríggjadag. Fyri okkara skuld.

Ikki er tað undarligt, at tann frelsti skarin í himlinum prísar Lambinum:
“Verdur ert tú at taka bókina og lata upp innsigli hennara, tí at tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Gudi menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum” (Opb 5,9).

LES EISINI  Bøn fram um alt

 

Til umhugsanar
“Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og meinaleysum lambi” (1 Pæt 1,18-19).

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina