Landsinnsavningin hjá Bláa Krossi útsett
Eftir ætlan skuldi árliga innsavningin hjá Bláa Krossi vera 9. mai. Orsaka av COVID-19 smittuni er hon útsett, fyribils til 20. juni. Seinastu árini hevur innkomni peningurin verið nýttur til fyribyrgingararbeiðið hjá Bláa Krossi, herundir verkætlanirnar “Øll hava rætt til góð barnaár” og “Liv lívið”. Eisini í ár verður savnað inn til hetta arbeiðið.
Hesi árini, sum landsinnsavningin hevur verið, hevur Blái Krossur møtt stórari vælvild frá Føroya fólki, fyritøkum við meira. Hetta fegnast vit um og takka hjartaliga fyri. Innsavningin gevur møguleika at hjálpa børnum og ungum og familjum teirra, sum mett vera at vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki, skrivar Blái Krossur á heimasíðu síni.