Landsstevnan avlýst

Eftir ætlan skuldi Landsstevnann hjá sjómanskvinnuringunum, verða í Leguhúsinum í Nesvík vikuskiftið 23. – 25. apríl. Vegna koronu og tey tilmælir, sum eru galdandi, er tað ógjørligt hjá leiðsluni fyri Sjómansmissiónini at bjóða til stevnu. Tí verður stevnan avlýst, tíverri.

Um Gud vil, og vit liva, og koronan hevur mist takið, er ætlanin at bjóða til felagskvøld aftur í heyst, eins og síðsta heyst. Hesi kvøld vera í Suðuroy, á Sandoynni, í Leguhúsinum og í Norðoyggjum. Meiri verður at frætta um hesi kvøldini, tá tíðin nærkast.

LES EISINI  Soleiðis fara møtini í Kollafirði at byrja.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina