Landsstýrið gjørt samstarvsavtalu við Reyða Kross um humanitert arbeiði

Reyði Krossur Føroya skrivar á facebookvanga sínum, at Reyði Krossur og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í dag hava skrivað undir samstarvsavtalu, sum millum annað hevur við sær, at landsstýrið letur Reyða Krossi ein part av játtanini til neyðhjálp. Við hesum kann Reyði Krossur meira miðvíst og langskygt taka lut í humaniterum arbeiði kring heimin.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, skrivaðu undir avtaluna.

Víðari sigur Reyði Krossur, at í høvuðsheitum eru raðfestu økini hjá Reyða Krossi bráðfeingishjálp, fyribyrging av humaniterum kreppum og útbúgving. Tí eru partarnir samdir um, at pengarnir verða nýttir til at styrkja um virksemið á júst hesum økjum.

– Meira enn bara at lata pening, tá vanlukkur og kreppur raka, eiga vit eisini at brúka føroyska vitan og førleikar í humaniterum arbeiði kring heimin. Nú fer millum annað at bera til at fara undir at førleikamenna føroyingar at taka virknan lut í altjóða humaniterum virksemi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

LES EISINI  Føroya Landstýri latið 330.000 kr í menningarhjálp til SAT-7 

Við avtaluni fær Reyða Krossur Føroya betur skipað sítt virksemið, sum í mun til landsstýrið ofta hevur fevnt um at taka ímóti og síðani latið víðari pening í sambandi við vanlukkur úti í heimi.

– Nú fara vit undir eitt strategiskt samstarv við landsstýrið, sum gevur okkum størri rúmd at leggja til rættis bráðfeingishjálp, fyribyrgjandi átøk og útbúgving, umframt at vit fáa styrkt okkara luttøku í altjóða virksemi innan humanitert arbeiði, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina