Landsungdómsnevndin hevur skipað seg
10 staðbundin ungdómsarbeiði er kring landið.
Hvør sær skipa hesi hvørja viku fyri ungdómsmøtum, ið savna mong ung um tann besta boðskapin, vit eiga – Jesus.
Nakrar ferðir um árið samlast øll arbeiðini eitt nú til legur og felagsungdómsmøtir. Saman nevna vit tey Heimamissiónsungdómur(HMU), tí tað eru hesi ungu, ið mynda ungdómin í Kirkjuligu Heimamissiónini.
HMU hevur eina nevnd, ið skipar tiltøkini nevniliga Landsungdómsnevndin (LUN).
Nevndin telur 6 limir umframt ungdómsráðgevan. Eftir nakrar mánaðir uttan formann og nakað av útskifting, hevur nevndin skipað seg av nýggjum. Bjarta Ásbjørnsdóttir Arge er nýggja forkvinnan í nevndini. Bjarta er uppvaksin á Strondum, men býr í Klaksvík. Hon er 25 ár og hevur verið við í LUN síðan februar 2022.
Marius Blábjørg Vang er næstformaður. Marius er ættaður úr Leirvík og býr á Strondum. Hann er ein av nýggjastu limunum í LUN.
Afturat teimum báðum eru Anna Klein Olsen (Hvannasund), Sjúrður Jensen (Strendur), Sonni Steinhólm (Glyvrar) og Tóta Akursmørk (Klaksvík).
Kartin Høgnesen er ungdómsráðgevi í Heimamissiónini, og saman arbeiða tey við at skipa fyri felags tiltøkum og menna ungdómsarbeiðið hjá Heimamissiónini (HMU).
– Ein spennandi tíð liggur fyri framman. Vit hava ikki havt ein ungdómsráðgeva í nógv ár, og tí hava vit ikki havt yvirskot til at hugsa um meir enn okkara vanligu tiltøk so sum legurnar og felagsungdómsmøtini. Men við einum ungdómsráðgeva, sum arbeiðir fulla tíð eru ætlanir um at gera nógv meir við t.d. leiðaramenning. Vit hava eina vón um at síggja stóra framgongd millum tey ungu næstu árini, sigur Bjarta, forkvinna í LUN.