Lat stýrimannin føra skútuna!

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Og so var aftur ballada! Fyri skjótt tveimum árum síðani loypti hendan herviliga sjúkan, sum hvørt mansbarn kennir navnið á, hvøkk á allan heimin. Tað eru skjótt 20 mánaðir síðani, okkara land legði alt stilt fyrstu ferð at basa hesi pandemiini. Hetta fór nokk ikki at vara so leingi, hildu fólk. Men landsins myndugleikar fingu sítt fyri, at taka avgerðir, sum vóru so avbjóðandi at taka støðu til sum ongantíð fyrr. Tað var nokk ikki tað, politikkararnir høvdu væntað, tá teir nýliga vóru valdir at stýra okkara landi. Fólk vóru røsk at fylgja boðum og hugsa um hvønn annan og samfelagið. Tað var greitt nokk, hvat man mátti og ikki!
Sum fráliðið er nógv hent runt um í heiminum og ikki minst hjá okkum sjálvum. Smittutalið er farið upp og niður fleiri ferðir. Síðani er eitt koppingarevni komið, og tilmælini broytast. Fólksins tankar og hugburður broytast eisini. Ongantíð áður hava smittutølini í okkara lítla landi verið so høg sum í skrivandi løtu. Nógv er at taka atlit til, so at samfelagið kann yvirliva. Man er ikki á einum máli um, hvussu viðurskiftini eiga at vera, og tað byrjar at koma rumbul í. Nógv ”vita” hvussu tað eigur at gerast og alíkavæl eingin. Hvørjum skal eg lurta eftir?

LES EISINI  Menn í kjóla 7: Ja, glaður, hvør til dagsverk fer

Í øllum londum, á øllum arbeiðsplássum, í øllum nevndum og feløgum, og eg kann halda áfram, er ein leiðari, ið heldur saman uppá tingini, og sum hevur endaligu avgerðina um eitthvørt. Ein leiðari er andlitið úteftir, sum vísir, hvat vit standa fyri. Ein leiðari er eisini tann – sum heitið sigur tað – leiðir fólkið rættan veg. Sjálvt í djóraheiminum er ein leiðari fyri flokkin. Eitt skip kann ikki sigla uttan ein stýrimann, annars fer tað av kós.

Fólk eru, ið siga seg ikki trúgva á nakran gud. Eingin gud er til! Alt hetta rundan um okkum er komið burturúr ongum, so ótrúligt tað kann ljóða. Í okkara samtíð eru fleiri og fleiri, ið kalla seg gudloysingar. Tvs. tey trúgva ikki, at ein gud er, ið hevur skapað alt og hevur valdið á øllum. Tað er ikki ein gud, tey vilja hava sum sín leiðara. Altso verður eisini tað orðið, vit hava til at halda okkum eftir, uttan týdning ella tulkað til dagsins samfelag og tað, sum rørir seg nú. Samfelagið flytir seg við fullari ferð, og ferðin økist støðugt! Døgnið hevur ikki nóg nógvar tímar fyri tann einstaka í modernaða samfelagnum at náa alt. Hetta sæst aftur í strongdum menniskjum í øllum aldri. Kappingin at fáa tína tíð er so gróthørð.
Tíverri sær tað út til, at leiðarin í kristna heiminum ofta er tann, ið má lúta. Vit hava ikki stundir at brúka tíð saman við okkara andaliga leiðara, skapara og harra. Vit hava ikki stundir at lesa vegleiðingina og lurta eftir tilmælunum frá Honum. Er tað so nógv at undrast á, at vit liva í einum heimi, har fólk ikki vita inn ella út? Menniskju gerast rótleys, tey støðast ikki í nøkrum. Einki má taka ov langa tíð. Virkar tað ikki beinanvegin, so gevi eg upp. Tað er so skjótt og lætt at flyta seg víðari, tí nóg mikið er at velja í av øllum. Tað mest umráðandi er, at eg havi tað gott. Og øll vilja vera meinagóð og fortelja mær, hvat eg átti at gjørt. Og tað er faktisk at gera akkurát tað, eg vil!

LES EISINI  Gluggin við Ingolfi Johannesen (1/4)

Skal eg ganga til fitness ella til bíblibólk? Skal eg fara í biograf ella til kór? Skal eg arbeiða yvir í kvøld ella fara á bønarmøti? Skal eg stríðast fyri hjúnarbandinum ella lata meg skilja? Skal eg brúka tíð saman við børnunum ella fara bindiklubbaferð? Skal eg skifta kyn ella lata vera? Skal eg lesa Guðs Orð ella sova leingi…….?

Uttan røttu leiðsluna, uttan røttu vegleiðingina er so skjótt, at alt verður ein stórur hurlivasi! Vit eru noydd til at blíva vegleidd, akkurát sum børn eru tað! Sum samfelag og sum einstakt menniskja hava vit fyri neyðini, at ein er, ið heldur hondina yvir okkum og hevur stýr uppá tingini! Tá vit skúgva Hann, sum hevur skapt alt, til viks og ikki hava Hann við í øllum avgerðum, so fer okkara skúta út av kós. Vit sigla tá á ókendum farleiðum og í ótryggleika. Og fleiri skútur, ið sigla uttan stýrimann, villast og renna saman. Stýrimaðurin kennir leiðina. Lat Hann føra teg í havn!

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina