Lat tankarnar sveima

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ongan hjálm! Eg eri á veg til arbeiðis og hugsaði um okkurt heilt annað, tá eg fór út um hurðina. Og nú eri eg á veg heim eftir Argjavegnum. Tankarnir koma flúgvandi, meðan hárið flaksar um oyruni. Frá ungum av hevur mær dámt hetta sera væl.

Summarmorgunin er so avbera góður. Næstan eingin ferðsla. So eg kann njóta túrin – uttan hjálm. Tað var nakað av tí, mær dámdi allarbest: At kenna vindin gjøgnum hárið, meðan eg súkklaði. Minnini koma sveimandi um teir mongu góðu túrarnar saman við donsku vinkonuni. Um fyrsta langa súkklutúrin, tann eina dagin yvir 120 km. Nokkso hart, tí ikki er so slætt, tá tú kemur frá Fyn vestureftir móti Vejle! Frøin stór um vøkru náttúruna, fuglasongin, kensluna at orka og vera saman, hava góðan matarlyst og sova sum ein steinur um náttina!

Og so hina ferðina, eg einsamøll fór frá Keypmannahavn at vitja eina vinkonu í Århus. Heimanifrá á hálvari nátt gjøgnum tað vakra Norðursjælland, hoyrdi og sá fuglarnar og landslagið vakna. Sat omanfyri Hundested og bíðaði eftir ferguni til Grenå, tá fólk fóru til bakaran at keypa morgunbreyð.  So frá Grenå. Hevði minst skeivt. Tað vóru ikki gott 30 km til Århus, men 60! Vestanvindur. Eg var útlúgvað, tá eg kom fram. Vinkonan hevði gjørt døgurða og var klár at práta. Tað rungaði í høvdinum á mær av møði og vindi. Tá eg endiliga slapp til songar, fekk eg andvekur.

So eri eg á arbeiðisplássinum. Í dag síggi eg ikki út sum ein sleiktur kálvur. Tí eg havi gloymt hjálmin!

Ein sleiktur kálvur. Stuttligt at hugsa um. Vit høvdu onga kúgv, tá eg var barn í Fuglafirði. Men tað hevði verið stuttligt, helt eg. Hjá vinkonuni var ein í kjallaranum! Har luktaði so væl av kúnni. Men ketilostin dámdi mær ikki væl. Henning plagar at fortelja um Flekku! Hon kom við til Gjáar. Menninir leiddu hana á Skarðið ein vakran sunnumorgun áðrenn kirkjutíð, og øll familjan fór ímóti henni. Tá Flekka sá tey langt burturi, sleptu teir henni, og hon kom tvísporandi móti teimum! Og kálvurin fekk mjólk. Hann rendi allan múlan í spannina og var hvítur um næstan alt høvdið, tá hann kom upp úr aftur spannini! Sá út, sum hann hevði fingið skegg. Tá tey fluttu til Havnar, varð Flekka seld, tí her var hvørki bøur at hoyggja ella kjallari til kúnna. Ringt hjá einum smádreingi. Teir gingu ein túr í Havn, og einastaðni kom ein kúgv rennandi ímóti teimum. Flekka! Jú, hon kendi!

So eri eg á deildini. Til arbeiðis.

Hvat var pointið? Eg skrivi til Trúboðan, eitt ”Innkast”, og har skal vera eitt point ella ein broddur! Kanska skuldi eg sagt nei, sum øll hini, sum eru spurd, um tey vilja skriva. Tí hetta er ikki mín sterka síða. Má bara skriva soleiðis, sum hugsanirnar koma. So eg royni. Hesuferð, í øllum førum.

Broddur? Eingin! Pointið? Jú. Gott er viðhvørt at lata tankarnar sveima. Lata hugin fylla av góðum, hugnaligum minnum. Geva sær stundir til tess! Tað kan gera ein gerandisdag, sum kanska er eitt sindur strævin ella triviellur lættari og hugnaligari. Kann geva meira orku til at vera um ella saman við teimum, sum tað er okkara lutur at vera saman við í gerandisdegnum.

Sólbjørg Símunarson, Argir