Leguhúsið ársins mentanaravrik
Leguhúsið í Nesvík hevur fingið heiðurin “ársins mentanaravrik 2017” frá Sunda kommunu. Hetta varð avdúkað á hugnaligari setanarløtu í kvøld.
Trivnaðarnevndin hjá Sund kommunu hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini. Grundgevingin fyri at geva Leguhúsinum í Nesvík heiðurin ljóðaði soleiðis:
“Síðani 1993 at hava hýst túsundtals børnum, ungum og vaksnum úr øllum Føroyum. Leguhúsið er ein varði í kommununi, sum umframt øll tey uppbyggjandi tiltøkini hjá Heimamissiónini hevur verið øllum økinum her at gagni.”
Við heiðrinum fylgir ein glasgáva sum myndar ein varða.
Leguhúsið skipar fyri hugnaligum stuðulstiltakið týskvøldið kl.20.00. Les meira um hetta í skránni fyri mentanardagarnar, sum sæst her.