Leguhúsið fingið tvey teppir afturat frá Kirstin

Kirstin Gram Høgnesen á Viðareiði hevur givið Leguhúsinum í Nesvík tvey sera vøkur teppi, sum hon sjálv hevur gjørt.
Kirstin hevur fleiri ferðir fyrr givið teppir til Leguhúsið. Tað liggur nógv arbeiði í at gera hesi teppini, og Kirstin sigur, at hon brúkar millum ein og tveir mánaðir at gera hvørt.
– Eg eri sera góð við Leguhúsið, og teppini eru ein gáva frá mær, sigur hon.
Á myndini tekur Andrias Magnussen, aðalskrivari, ímóti teppunum frá Kirstin.

 

LES EISINI  Klokkan 18 letur tilmeldingin til Sangfagnaðin 2019 upp!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina