Leguhúsið hevur tørv á tínari hjálp

Tað er tíverri sera friðarligt í Nesvík í ár, men tað merkir eisini, at tað er ein fínur møguleiki at arbeiða og røkta húsið, sum tað eisini hevur tørv á. Tí skipar leguhúsið í Nesvík aftur í ár fyri einum arbeiðsdegi, har øll kunnu vera við til ymsar handaligar viðlíkahaldsuppgávur.
Arbeiðsdagurin verður leyðardagin 13. juni. Byrjað verður við morgunmati og eini andakt klokkan 9.00, síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Á middegi verður døgurði, og arbeiðsdagurin endar klokkan 16. Tað eru nógvar ymiskar uppgávur, ið skulu gerast, og tí er tørvur á góðum arbeiðsfólki. Til dømis skal gerast reint, málast fleiri staðni – bæði inni og úti, radiatorventilar og útlufting skulu kannast, og vindeyðu og listar skulu hava ein umgang ymsa staðni. Eisini er tørvur á nógvum ymiskum øðrum uppgávum, og tí vóna vit, at nógv vilja koma og hjálpa. Av tí at matur er við, er neyðugt við tilmelding. Til ber at melda seg við at ringja til kontórið í Nesvík á telefon 470000 ella til húsavørðin við at ringja ella senda eini boð á telefon 230076.

LES EISINI  "A view from the top" - Kalendarin 2021
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina