Leguhúsið í Nesvík nýggja heimasíðu

Leguhúsið í Nesvík hevur fingið nýggja heimasíðu. Hon er tann seinasta í røðini av nýggjum heimasíðum, sum eru komnar í staðin fyri tær gomlu, sum ikki hava verið nøktandi. Gamla heimasíðan hjá Leguhúsinum í Nesvík hevur verið óvirkin í eina tíð.

Á síðuni finnur tú kunning um Leguhúsið, myndasavn, tú kanst biðja um at leiga, tekna teg til tiltøk, og sum nakað nýtt kanst tú síggja arbeiðsuppgávur í Leguhúsinum, har sjálvboðin kunnu bjóða seg fram at hjálpa fyri at halda húsið koyrandi í góðum standi.

Vitja síðuna á nesvik.fo