Legusangurin í ár: “Allarbesti vinur mín”
Sum vant er legusangur til allar Simbalegurnar í summar. Hesaferð er heitið á legunum “allarbesti vinur mín”, og tað er eisini heitið á legusanginum. Talan er um ein slagara hjá norska “Børud-Gjengen”, sum Leo-Hans Mikkelsen úr Sørvági hevur týtt til føroyskt.
Í videobrotinum síggja og hoyra vit børnini á fyrstu leguni í Nesvík syngja um Jesus, “allarbesta vin mín”.