Leif Rasmussen talar á dýrabiðidagsstevnu hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum

Fríggjadagin er dýrabiðidagur, og um vikuskiftið skipar Kirkjuliga Missiónsfelagið fyri dýrabiðidagsstevnu í Emmaus í Klaksvík. Talari verður Leif Rasmussen, sum í heili 41 ár var aðalskrivari hjá Luthersk Mission (tá Luthersk Missionsforening) í Danmark. Leif er 81 ára gamal og still going strong sum prædikantur.

 

Skráin fyri møtini er henda:

 

Dýrabiðidag 17. mai:

Kl. 20:00 Møti við Leif Rasmussen: “Syndajáttan og syndafyrigeving” (1 Jóh 1,5-2,2)

Drekka eftir møtið

 

Leygardag 18. mai:

Kl. 10:00 Morgunmatur

Kl. 10:30 Bíbliutími við Leif Rasmussen: “Fyri at tit ikki skulu synda” (1 Jóh 2,1-11)

Kl. 12:00 Døgurði

Kl. 14:00 Um viðrar, verður farið ein gongutúr

Kl. 16:30 Kaffi

Kl. 17:00 Bíbliutími við Jóhan Henriksen

Kl. 18:00 Nátturði

Kl. 20:00 Møti við Leif Rasmussen: “Ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum” (Matt 9,35-10,8)

Jan Jacobsen syngur

Drekka eftir møtið

 

Sunnudagur 19. mai:

Kl. 14:00 Sunnudagsskúli

Kl. 18:00 Møti við Leif Rasmussen: “Endurfødd til livandi vónar” (1 Pæt 1,1-13)

LES EISINI  Emmaus 100 ár

Kvinnur í Emmaus syngja

Drekka eftir møtið

 

Hjartaliga vælkomin!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina