Liberia: Hugsanir av skrivaraborðinum 

Elisabeth Poulsen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Í hesum bloggi havi eg lutað eina løtumynd av at vera trúboðari við teg. So her skrivi eg frá hjartanum um hesa síðuna av lívi mínum at vera trúboðari í Liberia.  

24. august: Gerandisdagur í Afrika Liberia trúboðaraarbeiði. 

Her er regntíð, og tað er trupult hjá fólki her í Liberia. Ein hørð tíð, tí at sjúkur sum malaria og tyfus eru í hæddini, og eg síggi mínar starvsfelagar stríðast við sjúku og at halda familjuni frá sjúku.  

Nógv deyðsføll hava verið seinastu mánaðirnar. Lutfalsliga ung fólk doyggja brádliga, uttan at vit vita nakað um nakra sjúkugongd.   

Regntíðin er tung. Fólk eru troytt, sjúk, vát og svong. Yvirflóð er allastaðni, og ruskið í býnum og dungar av ruski frá fólki og fæi flýtur runt í gøtunum. Tað er langt ímillum tær góðu søgurnar.  

Sjúkrahús og viðgerðarstovur mangla heiligvág til tey sjúku, so fólk kunnu ikki við vissu tryggja sær viðgerð, hóast tey hava lænt sær pening fyri viðgerð. Skurðviðgerðir og amputeringar verða framdar uttan nóg mikið av doyving, um tað stendur um lív. Søgur sum hesar koma fram, tá ið vit hava morgunandakt, og eg kann kenna meg heilt illa, tá ið tær verða sagdar.  

LES EISINI  Trúboðari dripin á oyggj í Bengalsku víkini

Ein ørgrynna av fólki hevur bankað á mínar dyr tann seinasta mánaðin og biðið um hjálp. Tey spyrja um skúlapengar til børnini. Tey spyrja um fíggjarligan stuðul at jarða teirra kæru. Tey spyrja um pening til læknan fyri at fáa hjálp til opin sár av ymsum slagi, ið bruni er komin í. Tey spyrja um pening at keypa mat fyri, tí mong teirra hava ikki fingið løn útgoldna í fleiri mánaðir.  

Lívið og gerandisdagurin í Liberia er fyri tey flestu eitt stríð um at yvirliva, eitt stríð um at fáa alt at ganga upp og eitt stríð um at fáa neyðsynjavørur heim til familjuna.  

Leygardagur er hvílidagur  

Eg havi nú tikið avgerð um, at eg frá nú av ikki longur eri heima leygardagar. Eg fái ikki rúmað, at tað bankar á dyrnar frá morgni til myrkurs við fólki, sum biðja um hjálp. Eg fari at gera leygardag til mín hvílidag, har eg fari oman á hotellið nærhendis og drekki ein kaffikopp og lesi eina góða bók og annað, sum ger mær væl.  

LES EISINI  Tá Nicky lærdi meg franskt!

Eg havi tørv á at koma burturfrá og hvíla, og tað er væl í tráð við tað, sum Jesus gjørdi og lærdi lærusveinarnar. Hvíld er neyðug fyri at kunna arbeiða í gerandisdegnum.  

Í hesum bloggi havi eg lutað eina løtumynd av at vera trúboðari við teg. Eg eri hvørki tunglynt ella hugtung, men eg havi skrivað frá hjartanum um hesa síðuna av lívi mínum at vera trúboðari í Liberia.  

Vit telja dagarnar til regntíðin er liðug – vit gleða okkum sum børn á jólum – og vit hava longu nógvar ætlanir um, hvat vit fegin vilja, tá ið regntíðin er liðug.  

Takk Guð fyri, at tað hvønn dag er okkurt gott at síggja fram til! 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina