Livandi trúgv
Tað er lætt at síggja mun á nøkrum, sum er deytt, og nøkrum, sum er á lívi. Tað, sum er á lívi, útstrálar nakað, sum tað deyða ikki hevur. Tað deyða fer ongantíð av sær sjálvum at útstrála lív. Men onkuntíð kann tað, sum er deytt, livna aftur, um tað fær tað, sum skal til. Vit kenna til dømis til urtapottar. Um teir ikki fáa tað, sum skal til fyri at blóma ella halda seg grønar, so fara teir at følna. Men um teir so fáa vatn, so kunnu teir vakna við aftur.
Soleiðis er eisini við menniskjanum. Vit vórðu skapt til lív – ja, ævigt lív. Men tá menniskjan át av kunnskapartrænum, doyði hon, tí hon fóru burtur frá Gudi. Tað var Gud, sum blásti anda í okkum, og tað er hann, sum má halda fram, um vit skulu verða á lívi (urtapotturin má fáa vatn við jøvnum millumbilum)
Eg havi hugsað um hetta í seinastuni. At vera a lívi – at hava eina “livandi trúgv”. Nakað sum er deytt, kann ikki hava eina livandi trúgv, og vit menniskju kunnu ikki í okkum sjálvum hava eina livandi trúgv. Um vit ynskja tað, nyttar einki at stríðast, tí vit kunnu einans hava tað, um Gud, sleppur framat. Hann gevur lív. Ein livandi trúgv fer at síggjast, uttan at vit brúka egna orku uppá tað.
Niðurlagið í einum sangi, sum verður sungin sera nógv nú um tíðir, ljóðar soleiðis:
Lær meg at elska av hjarta so kært,
lær meg at tæna, sum tú hevur lært,
lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv,
lær meg livandi trúgv
Hetta er ein bøn, har vit biðja Gud um at læra okkum at elska av hjarta, at tæna eins og Jesus, at ganga Guds vegir og læra okkum livandi trúgv.
Lív smittar. Livandi trúgv smittar eisini.
Jesus sigur, at hann kann brúka steinarnar, um vit tiga (Luk 19,40), men hann velur at brúka okkum, hóast vit eru nógv truplari at fáast við. Vit eiga at síggja tað sum ein framíhjárætt, at kongurin yvir øllum øðrum kongum og Harrin yvir øllum øðrum, hevur valt at brúka okkum. Ein harri er yvir tænarum sínum, men Gud verður ikki harri av sær sjálvum. Gud hevur givið okkum frían rætt, og vit mugu sjálv lova honum at vera harri. Eg lovaði persónliga Jesusi inn í hjartað, tá eg var smágenta, og hann skal tí vera mín harri. Í evangeliinum eftir Lukas stendur:“Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær…” (Luk 9,23). Jesus sigur tað sjálvur: vit mugu dagliga avnokta okkum sjálv. Eg vil lova Gudi framat at liva í mær, geva mær tað, sum eg havi brúk fyri, fyri at vera á lívi. Fyri at hava eina livandi trúgv.
Súsanna H. Olsen, Lamba