Lívið

eg fekk mína egnu persónligheit
eg bleiv eg
hetta var lagt í meg frá byrjan

tað hava verið nógvar ríkar løtur
tað eri eg takksom fyri
tað hava verið nógvar gevandi løtur
tað eri eg takksom fyri

eg bleiv elskað
eg slapp at elska
eg slapp at geva lív
tað eri eg takksom fyri

tað gekk ikki altíð sum eg ætlaði
men eg eri takksom kortini
tað hava verið nógvar tungar løtur
men eg eri takksom kortini

ígjøgnum tað tunga og trupla lærdi eg mest

tá ið gerandisdagurin ætlaði at køva meg
valdi eg lívið
tá ið umstøðurnar royndu at kroysta lívið úr mær
valdi eg lívið

lívið er virðismikið
í sær sjávum
lívið er dýrabart
í sær sjálvum

um eg ongantíð hevði sæð dagsins ljós
hevði eg einki at vera takksom fyri
um eg ongantíð hevði sæð dagsins ljós …

/RO

LES EISINI  Eyðun gevur fløgu út
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina