Lívligur sangur á missiónsvikuni

Seinastu vikurnar hevur verið gjørligt at hildið fleiri missiónsvikur kring landið. Missiónsvikurnar halda fram hesa vikuna. Í kvøld byrjar missiónsvikan í Hósvík og á Glyvrum eru tey longu komin væl í gongd við missiónsvikuna. Í gjárkvøldið varð skipað fyri einum stuttligum kvøldið á Glyvrum, har tónleikurin fekk stóra rúmd. Magni Christiansen og Blátt Gras sungu fyri einum næstan fullum sali.

Talan var um eitt sera hugnaligt kvøld, sum var merkt av góðum tónleiki, góðum lagi og kærleika til Kristus.

Missiónsvikan á Glyvrum heldur fram í vikuskiftinum.

LES EISINI  Hesa vikuna er missiónsvika í Klaksvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina