“Lívsins løtur” nú eisini á geyma

Í mai mánaði kom fløgan hjá Eyðuni Jacobsen “Lívsins løtur” út. Nú gongur Eyðun nýggjar leiðir og gevur eisini “fløguna” út á geyma. Eyðun sigur, at fløgumarknaðurin broytist, og færri og færri ogna sær fløgur. Fleiri hava spurt um at fáa tónleikin á geyma, og hetta hevur Eyðun valt at gera nakað við. So vítt Eyðun veit, er hetta fyrsta tónleikaútgávan á geyma í Føroyum.

Geymin er á stødd við eitt gjaldskort og inniheldur allar 18 sangirnar í mp3- og wav-formati. Eisini er húsin lagdur í sum pdf-fílur.

Geymin fæst ikki á sølustøðum, men bert beinleiðis frá Eyðuni Jacobsen, og kostar 150 krónur.

LES EISINI  -Um leið tín liggur í myrkri-.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina