Logos Hope kemur til Føroyar næsta summar

Gamla Norrøna, sum nú er trúboðaraskipið Logos Hope, vitjar í føroyskum havnum 2.-13. juli í 2020. Tað boðar OM Føroyar frá.

Logos Hope liggur í Havn í døgunum 2.-8. juli og í Klaksvík 8.-13. juli. Hesar dagarnar verður høvi hjá øllum at vitja umborð. Møguleiki verður at hitta altjóða manningina í stóru bókasøluni og í kaféini. Í sambandi við vitjanina hjá Logos Hope verða eisini fleiri tiltøk umborð og í landi. Hetta verður kunnað meira um, tá vitjanin nærkast.

Seinast Logos Hope vitjaði í Føroyum, var á vári í 2009. Hetta var stutt aftaná, at skipið var liðugt umvælt – frá at vera ferðafólkaferjan Norrøna til at sigla sum trúboðaraskipið Logos Hope. Síðani tá hevur skipið vitjað havnir um allan heim, og fleiri enn 8 milliónir fólk hava vitjað umborð.

Gjøgnum árini hava eisini nógvir føroyingar tænt við skipinum í longri og styttri tíð. Manningin á Logos Hope telur umleið 400 fólk, og tey koma úr 60-70 ymsum londum.

LES EISINI  OM Føroyar hevur aðalfund 29. apríl

Seinastu tvey árini hevur Logos Hope vitjað havnir í Suðuramerika. Siglt varð suðureftir framvið vesturstrondini heilt suðurum Kili og Hornið, og síðani varð siglt norðureftir framvið eysturstrondini. Logos Hope liggur nú í Brasilia, og haðani verður siglt til nakrar av karibisku oyggjunum, áðrenn leiðin gongur til Írlands og síðani til Føroya.

Endamálið hjá Logos Hope er at veita vitan, hjálp og vón. OM Føroyar gleðir seg til Logos Hope-vitjanina í Føroyum næsta summar og vónar, at hon kann verða við til at birta ein størri longsul og hug millum føroyingar at røkka út í heim við boðskapinum um Guds kærleika og náði.

Tú kanst hjálpa til

Eisini siga tey frá longu nú, at tey fara at hava brúk fyri einstaklingum og samkomum at standa saman við teimum um vitjanina. Tey, ið eru áhugað at hjálpa til á ymsan hátt í sambandi við vitjanina, kunnu longu nú skriva seg upp á Logos Hope-teldupostlistan, sum tú finnur her. Ein kann bæði bjóða seg til at hjálpa til, áðrenn skipið kemur til Føroya og undir vitjanini, og ein kann eisini velja millum steðgin í Havn og í Klaksvík. Eisini kann ein tekna seg til at fáa nærri kunning um vitjanina, tá hon nærkast.

LES EISINI  Danjal av Rana settur sum dagligur leiðari hjá OM Føroyum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina