Løgtingi: Ongar ætlanir um at broyta Dýra biðidag

Ímeðan danir kjakast um at strika Dýra biðidag, hava vit spurt okkara egnu politikarar, um hetta er eitt kjak, sum vit eisini burdu havt í Føroyum? Vit hava fingið svar frá trimum av teimum seks flokkunum, sum eru umboðaðir í Løgtinginum.

»Spurningurin hevur als ikki verið frammi í Føroyum, og tí hava vit ikki viðgjørt hann,« skrivar Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum. Hann slær fast, at hóast dagurin er ein serdanskur heiligdagur, sum kongur lýsti fyri Danmark, Noreg og tilhoyrandi londini í 1686, so er í dag talan um føroyskt málsøki: »Halgidagslógin bleiv yvirtikin í 2008, og tí eru tað føroyskir myndugleikar, sum einsamallir eiga ta avgerðina, og í Føroyum eru ongar ætlanir um at avtaka Dýra biðidag.«

Heldur ikki í Framsókn eru ætlanir um at broyta Dýra biðidagur.

«Tíðin er blivin eitt tað dýrabarasta vit eiga og er eitt knapt tilfeingi.« Soleiðis skrivar Sólvit Nolsø úr Framsókn, í sínum svari til Trúboðan. Hann heldur, at tað er bakvent at taka ein frídag frá fólki, tá tíð til familju, frítíð, reflektión, frið, bøn og hvat annað tey vilja, er tað, ið fólk leingjast mest eftir í dag. »Fíggjarligi vinningurin av at avtaka ein frídag er eisini avmarkaður og stendur ikki mát við tað, vit missa við at avtaka Dýra biðidag, skrivar Sólvit Nolsø, sum tekur samanum og sigur, at Dýri biðidagur skal ikki avtakast í Føroyum.

LES EISINI  Tíðindaskriv frá Háskúlanum í Nesvík

Støðan hjá Miðflokkinum er, at »hvør einasti dagur í árinum burdi verði mín persónligi “Dýri biðidagur”.« Soleiðis skrivar Jenis av Rana. 

»”Biðið uttan íhald” og “vakið og biðið“, hesi eru tvey av mongum skriftorðum, sum Bíblian ber okkum um bøn. Hesi tilmæli frá Skaparanum sjálvum siga okkum, hvussu alstóran týdning bønin hevur. Hon verður her og nú hoyrd í Himli, Himmalin gleðist um hana, og týdningarmest av øllum er, at hon verður svarað av Faðir okkara- úr Himli.«

Tí heldur Jenis av Rana, at tað at biðja er altavgerandi fyri okkum menniskju, og hann sigur at tað besta av øllum er, at onki mark er sett fyri, hvussu nógv ella hvussu ofta vit biðja. 
Hann heldur at tað er ein vakur sigur at hava ein dag avsettan til bøn.

»At taka av tann lógarásetta “Dýra biðidag” vildi verði eini ógrundaði og óneyðug boð at sent frá leiðslu landsins, og hesum fer Miðflokkurin ikki at taka undir við – men frámæla!« skrivar Jenis af Rana.

LES EISINI  Hvørki einsamallur ella arbeiðsleysur

Ikki einans ein politiskur spurningur

Kjakið um at strika Dýra biðidag verður ikki tikið upp í Løgtinginum, soleiðis sum støðan sær út í løtuni. Men um støðan broytist, so metir Sambandsflokkurin ikki, at avgerðin einans er politisk. »Avgerðin um hvørjar halgidagar vit skulu hava ella ikki hava, eigur at vera tikin í samráð millum politiska- og kirkjuliga myndugleikan. Avgerðin eigur ikki at vera tikin einans grundað á politiskar avtalur,« sigur Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina