Øðrvísi stýrisfundur

16. mai var stýrisfundur settur á skrá hjá stýrinum fyri Leirvíkar missiónshús.

Tá Jørgen Andreasen, sum er formaður fyri stýrið, er sjómaður, kann við hvørt vera neyðugt at hava slíkar fundir umvegis alnótina. Hetta var so eisini ætlanin hesaferð.

Nakað áðrenn fundurin skuldi vera skrivaði Jørgen so til hinar stýrislimirnar um, at hann hevði fingið at vita, at teir skuldu liggja í Hvalvík og lasta hetta sama kvøld, og bjóðaði so stýrislimunum til fund umborð. Hetta bleiv væl móttikið og avtalað.

So kl. 19 tann 16. bleiv fundurin settur á brúnni umborð á Hav Sund. Hetta var ein hugnaligur, góður og øðrvísi, men gevandi fundur, har fleiri umráðandi mál vóru fingin frá hondini.

Fundurin endaði um 22.30 tíðina, og fóru hinir stýrislimirnir smílandi av aftur skipinum, og Jørgen helt fram móti Fredrikstad sum næstu havn.

LES EISINI  Jødar skírdir at standa aftanfyri Corona
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina