Morgun- og kvøldbøn týsdag

Morgunbøn týsdag

Kæri Gud. Vit takka og prísa tær fyri, at vit við friði kunnu fara til dagsverk okkara. Gud, vit vátta fyri tær, at vit fyri syndir okkara hava uppiborið allan aga og alla vreiði tína. Tó, í trúnni á fyrigeving syndanna biðja vit teg um náði og um frið fyri land okkara og øll lond.

Konganna kongur og harranna harri, veit rætt og sóma eisini tjóðanna millum. Lat øll menniskju kenna, at tey eru brøður. Signa land okkara og alt yvirvald, bjarga okkum frá øllum lógloysi, tvingsli og harðræði.

Halt hond tína yvir sjófólki okkara.

Fram um alt biðja vit teg, varðveit okkum í trúnni, lat okkum hava borgararætt í himmalska føðilandi okkara, nú og um allar ævir. Amen.

Kvøldbøn týsdag

Harra vár Gud og faðir okkara, vit takka tær fyri arbeiði og gleði á hesum degi.

Gud, syndir okkara kennir tú, okkara óreinsku, órættvísi og klandursama lyndi. Fyrigev okkum syndir okkara, og varðveit okkum frá tí ónda, sum í okkum sjálvum býr. Bjarga okkum frá øllum, ið ger okkum óttafull og spillir lív okkara.

Ver tú verja okkara, meðan vit verjuleys sova. Halt tú hond tína yvir øllum teimum, sum eru sett til at stýra og ráða her á landi og í øllum londum. Gev tú teimum megi til at inna frið, rætt og sóma.

Ver við kirkju tíni, við orðsins tænarum og øllum kirkjuligum myndugleikum. Varðveit okkum í sannari og rættari trúgv. Halt tína varðveitandi hond yvir sjófólki okkara, teimum fátæku, sjúku og sorgarbundnu og teimum, sum ongan góðan eiga.

Faðir, varðveit okkum í tínum friði, nú og um allar ævir.

LES EISINI  Tey 12 møtast á Suðuroynni

Amen.

Tak niður bønir til allar dagarnar í vikuni her…

Kelda: Sálmabókin hjá Fólkakirkjuni.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina