Lorents Nord-Varhaug við Landavegin

Árliga hvítusunnustevnan hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum verður í ár í Missiónshúsinum við Landavegin í Havn. Tað verður norðmaðurin Lorents Nord-Varhaug, sum er knýttur at Norsk Luthersk Mission, sum verður høvuðstalari. Hann fer at tala og undirvísa út frá hvítusunnutekstum. Stevnan byrjar fríggjakvøldið 13. mai klokkan 18.00 við møti, sum Lorents hevur.

Leygardag er full skrá. Byrjað verður við morgunmati klokkan 10.00, og klokkan 10.30 hevur Lorents fyrsta bíbliutíman. Eftir tað er døgurði, og klokkan 14.00 hevur hann annan bíbliutíma. Eftir ein kaffisteðg hevur Silas Olofson bíbliutíma klokkan 16.30. Eftir nátturða hevur Lorents møti klokkan 19.30.

Hvítusunnudag klokkan 18.00 hevur Lorents møti, og 2. hvítusunnudag klokkan 18.00 verður sjónvarpsmøti, har Dan Eliassen talar.