Lovsongurin fær ongan enda

Og tó ert tú hin heilagi, borin av lovsongum Ísraels.

Sálm 22,4

Orðið er úr Sálmi 22. Sálmin, bað Jesus, tá ið hann hekk á krossinum. Sálmurin byrjar við harmljóðinum: “Gud mín, Gud mín, hví ert tú farin frá mær?” Kingo sálmaskaldið sigur tað soleiðis í sálminum, – “Gakk undir Jesu kross at stá!” í 10. versi:

Tú mína vegna kendi tá, 
at Gud var farin burt tær frá, 
so hann frá mær ei fara skal
um deyðans myrka, tronga dal.

Skaldið krøkir seg í nakað heilt ítøkiligt: enn ljóðar lovsongurin her á jørð mót himli. Hesin lovsongur er sum eitt hásæti, Gud hevur her á jørð, so syrgiliga hann enn man ljóða. Tá ið tú steðgar á og dvøljir við eina góða prædiku, finnur lovsangurin sær eisini veg.  Mangastaðni um heimin henda stórar vekingar m.a. í Afrika, har kristna trúgvin hevur stóra framgongd. Har prísa tey og takka tey Gudi fyri frelsuna. Tað verður hildið, at um ein mansaldur ella tveir, fer Afrika at vera ein kristin heimspartur, meðan tað er óvist við Evropa. Hugsið um tey, sum sita í fangahúsi ella tey, ið sita í týningarlegum. Har finnast eisini mong, ið lovsyngja Harranum eins og Paulus og Silas á miðari nátt í fangahúsinum í Filippi? – og fangarnir lýddu á, stendur skrivað í  Ápostlasøguni 16,25.

LES EISINI  Andagt til tey gomlu 41

Ein gleði kann birtast í sinnið: heimurin er, hóast alt, Guds. Hann hevur skipað hásæti sítt her; lovsongurin fær ongan enda. “Ongantíð tagnar, ljóðið av himni, sum gleðir sálir her á fold,” satt er tað, sungið verður. Í kirkju okkara hevur lovsongurin sterkar røtur. Hann hevur ljóðað sterkari, enn hann ger í dag. Okkum kemur í hug vekingartíðirnar, har ungdómurin sang, so tað dunaði. Tað var eins og songurin ongan enda tók.

Guds endurføddu, nýlivnaðu sálir,
Harranum fagnið við sangi og hógv!
Harrans nýskapningar, sum fingu málið,
kunnu hans lovsong ei syngja nóg nógv,
latið tí okkum ta kapping nú vera,
hvør, ið kann glaðast Guds náði kunngera!
Halleluja, halleluja.

Slb. 282,1.

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina